Tóra og Paulina fingu stuðul

- Nevndirnar í grunnunum valdu at heiðra tveimum listafólkum. Úr grunninum fyri Sanglegati til minnis um Sonnu Dahl Waagstein fekk Tóra Vestergaard 20.000 kr. í stuðli til sangundirvísing á Anne Rosing Instituttet í Keypmannahavn. Handarbeiðslærarinnan Paulina Eliasen fekk 25.000 kr. í stuðli úr Minnisgrunni Sonnu av Skarði. Stuðulin er ætlaður til menning av nýggjum mynstrum til altardúkar. 


Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni eftir, at fundir hava verið í Minnisgrunni Sonnu av Skarði og í nevndini fyri Sanglegati til minnis um Sonnu Dahl Waagstein fyrr í vikuni, har avgerð bleiv tikin um hvør skuldu fáa stuðulin.


Kommunan upplýsir eisini, at Paulina Eliasen fyrr í ár varð heiðrað á várframsýningini hjá Tórshavnar kvøldskúla í Kollafirði fyri í 40 ár at hava undirvíst í føroyskum handverki við serligum atliti til føroyska búnan, meðan Tóra Vestergaard er kend innan føroyskan kórsang og skrivaði hon søgu í fjør, tá hon gjørdist fyrsta kvinnan, ið stjórnaði ólavsøkukórinum.