Tórbjørn er uppvaksin í Syðrugøtu og á Glyvrum.Hann kennir seg sum part av báðum bygdunum, og hann hevur seinnu árini verið eyðsýndur á politiska pallinum.
Foreldrini eru Arnbjørg og Joen Jacob F. Jacobsen. Hon er úr Syðrugøtu - dóttur Suffíu og Joen Elias Gregersen - og hann er av Glyvrum - sonur Suffíu og Napoleon á Glyvrum. Arnbjørg og Joen Jacob búgva á Glyvrum. Tórbjørn er elstur av fýra systkjum. Hini eru Valgerð í Klaksvík, Brandur í Gøtu og Birna, sum býr í Havnini.
Uppvøksturin var í sjómannaheimi og í umhvørvi, sum var eyðkent av sjólívi, reiðaravirksemi, handilsskapi og tí, sum hongur uppií. Pápin stríddist á sjónum, og tað var ikki sørt, at abbin, Glyvra Poli, við sínum virksemi og verumáta setti dám á umhvørvið á Glyvrum og á abbasonin.
Mynstringarnar í danska handilsflotanum vóru langar. Tí kom tað ofta fyri, at konur og børn vóru við umborð. Soleiðis var tað eisini hjá Arnbjørg og Joen Jacobi, og hetta var orsøkin til, at Torbjørn tíðliga ferðaðist á heimshøvunum og kring mest sum allan knøttin. Á landi nam Tórbjørn sær innlit í farmavinnuna, tá ið hann eitt nú lossaði sement til timburhandilin hjá abbanum.
Tvey tey fyrstu árini gekk hann í skúla við Gøtugjógv, so á Glyvrum og 1972-75 gekk Tórbjørn í Hoydølum, har hann lærdi at kenna og gjørdist kendur við javnaldrar kring alt landið. Fleiri av sambondunum hevur hann støðugt hildið við líka. Næturnar í kollektivinum í Varðagøtu, tá ið politisku íðurnar vóru uppi í orðaskiftinum, mundu kennast meiri áhugaverdar og gevandi enn skúlagongdin. Á ein ella annan hátt tykiskt tað tó, sum onkrir spírar, ið seinni sprettu, vórðu gróðursettir í Dalinum Fagra.
Á sumri 1975 fór Tórbjørn til sjós, og hann var sjómaður næstan í eina fjórðings øld. Hann rakk trý ára siglingstíðini sum dekkari umborð á Norðvíkingi, sum abbin og pápin áttu saman við øðrum, og sum pápin førdi, og eitt stutt skifti, áðrenn hann í januar 1979 fór á navigatiónsskúlan, var hann fiskimaður. Fyrst var hann nakrar snellutúrar við Vørðukletti úr Leirvík, sum Ólavur Olsen førdi, og síðani við Kjølbro-trolaranum Sjúrðarbergi, sum Bjørn Justinussen, sáli, á Glyvrum førdi.
Tá ið Tórbjørn undan jólum í 1981 leyk skipsføraraprógv, var tað við besta próvnum í tí flokkinum. Longu á jólum og á sumri í 80 og 81 hevði hann verið á brúnni umborð á ávikavist Norðlandiu og Norðvíkingi, og hann var við Norðvíkingi fyri tað mesta inntil 83-84. Tá fór hann at føra Vestlandiu, sum sama reiðaríið átti. Um sumrarnar var rutan norður við vesturstrondini á Grønlandi. Tað valdaðist um ísviðurskiftini, men sum oftast eydnaðist tað eina ella tvær ferðir at røkka norður til Thule og smáu bygdirnar har á leið. Um vetrarnar sigldu teir fyri tað mesta millum Grønland og Danmark, og so varð kósin viðhvørt sett suðureftir, eitt nú í fruktsigling millum marokkansku býirnar Casablanca og Agadir og europeiska meginlandið - serliga Frakland. Úr Florida til Angola og umvegis Durban norður til Saudi Arabia og haðani inn á europeiska meginlandið aftur.
Í 1988 fór Tórbjørn á egnan kjøl. Tá keypti hann saman við pápanum Helenu, sum teir nevndu Halgafelli. Feðgarnir stovnaðu Kongshavnar Útgerðarfelag, sum teir framvegis eiga.
Teir munnu vera fáir, sum seinastu nógvu árini hava havt so stórt innlit í sigling við farmaskipi í Grønlandi, sum Tórbjørn hevur havt tað. Tørnini á brúnni vóru ofta ógvuliga long, og tað var ikki tespuligt at liggja og brótast í ísinum. Serliga minnisrík var ferðin í 1982, tá ið Tórbjørn 4. juni og í himmalsins ódnarveðri kendi seg noyddan at seta Norðvíking á land norðanfyri Borgshavn. Orsaka av ísi var skipið farið at leka. Hvussu tað gekk fyri seg, tá ið teir sjálvir fingu skipið tætt aftur, er væl greitt frá í 14. bindi av Siglingarsøguni. Har hevur Tórbjørn eisini meistarliga lýst eftirspælið. Tað endaði við handtøku og rættarsókn í Nuuk, áðrenn myndugleikin gjørdi av, at danska sjóverjan og serliga danska løgregluvaldið, hevði leikað ov nógv í. Talan var um storm í vatnglasi, sum endaði við lítlari bót heldur enn við frádøming av pappírunum, sum ákæruvaldið hevði kravt. Tórbjørn hevði mist tolið við danska skipssýninum, og á náttartíð var hann rýmdur úr høvuðsstøðini hjá Grønlands Kommando í Grønnedal við skipinum, sum varð eftirlýst og støðugt umrøtt í Grønlandi, Føroyum og Danmark tey trý samdøgrini, sum tað tók teimum at sigla norður til Nuuk!
Í 1992 kravdi danski Skibskreditfonden tvingsilssølu av Halgafelli. Skipið varð selt í fútarættinum í Skagen, har tað eydnaðist feðgunum at keypa tað aftur. Tórbjørn var heilt nógv umborð, inntil skipið fórst í ódnarveðri norðanfyri Lofoten 11. januar í 2000. Síðani tá hevur Kongshavnar Útgerðarfelag átt rækjutrolaran Napoléon (fyrr Ocean Castle).
Tórbjørn hevur altíð verið politiskt áhugaður. Blaðungur var hann upptikin av frælsishetjunum kring knøttin, sum høvdu ofrað seg sjálvar fyri tjóðarfrælsi, og tað man ikki vera ókent, at hann framvegis er nógv upptikin av fleiri teirra. Tíðliga í tíðini varð hann organiseraður í Tjóðveldisflokkinum, og undan løtingsvalinum í 1984 varð heitt á hann um at stilla upp. Ta ferðina endaði hann aftanfyri Signar á Brúnni og Petur Reinert, sála, sum hann helt ógvuliga nógv av.
Tórbjørn er sum tikin úr leikum sum greinskrivari og røðari. Ferðirnar kring knøttin hava brent nógvar upplivingar í sinnið, og frívaktirnar bóru høvi við sær at lesa eina rúgvu. Tórbjørn hevur ikki bara lisið. Hann hevur arbeitt við bókum og greinum, og tað ger hann framvegis við ørgrynnuni av bókum, tíðarritum og bløðum, sum hann lesur. Tað hoyrist og sæst, tá ið hann tosar og skrivar, at har er nógv at oysa av. Tað osar av einum forvitnum lyndi.
Á fólkatingsvalinum á vári í 1998 gjørdist glyvrarmaðurin triðjur á listanum, og á løgtingsvalinum 30. apríl hetta sama árið gjørdist hann varamaður fyri Signar á Brúnni. Tá ið hesin fór í landsstýrið, gjørdist Tórbjørn tingmaður. Seinni býttu teir um, og síðani 2002 hevur Tórbjørn verið tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin í Eysturoy. Á valinum í januar í fjør varð hann valdur við væl fleiri persónligum atkvøðum, enn nakar tjóðveldismaður áður hevur fingið í Eysturoy. Tórbjørn hevur seinastu árini verið avloysari í fólkatinginum, har hann hevur sitið í hálvt triðja ár.
Tað hevur verið sagt um abban, Glyvra Pola, at hann skuldi vera gløggur, karismatiskur, harður og treytaleysur tjóðskaparmaður, og at hann ikki ræddist fyri at siga sína meinging líka mikið hvør, ið annars stóð fyri. Hjá teimum, sum hava fylgt politisku telvingini - bæði innanfloks í Tjóðveldisflokkinum og uttanfloks - seinastu árini, er skjótt at staðfesta, at løgtingsmaðurin av Langanesi er ikki ólíkur abbanum! Hann er kanska politikarin, sum Óli Petersen oftast broderar yvir. Tað líkar løgtingsmanninum. Hann kundi ikki droymt um at verið fornermaður. Heldur tekur hann eygleiðingarnar hjá Óla P sum herðaklapp og stóra list! Akkurát sum ein av størstu politisku fyrimyndunum, Finnbogi Ísakson, sáli, gjørdi tað.
Politikkurin fyllir nógv, analytisku evnini eru góð, og tætta sambandið við mongd av fólki úr øllum samfelagsstættum og kring alt landið ber við sær, at fingurin er væl á samfelagspulsinum, og hetta er ivaleyst keldan til mongu - summi vilja vera við ov mongu - og ofta spísku fyrispurningarnar, sum andstøðutingmaðurin ber landsstýrismonnunum.
Saman við Luffu Purkhús úr Kunoy eigur hann fýra børn: Arnbjørg, sum býr á Skála, og Kristiannu og tvíburðarnar Jóan Jákup og Hjørdis.
Áhugamálini og frítíðarítrivini eru mong og fjølbroytt. Tórbjørn fylgir væl við í, hvussu tað á øllum økjum gongst kring landið. Hann hevur sungið í kóri og einsamallur, spælir guitar til húsbrúk og dámar væl rocktónleik og fólkatónleik og nógvan annan tónleik. Hann er lesihestur, dámar væl at sita yvir einum talvi, og so er hann ógvuliga áhugaður í ítrótti. Meðan hann gekk í Hoydølum, var hann við til at vinna FM við Neistaunglingunum í hondbólti. Hann er svorðin GÍ viðhaldsmaður í fótbólti, og í manshondbólti er hann STíF-fjeppari, og í leikskránni hjá strandingum skrivaði hann seinasta vetur eina røð av skemtiligum karikaturum um origianlar hinumegin fjørðin. Kanska stendur kappróðurin honum nærri enn nøkur onnur ítrótt. Einaferð var hann so generøsur, at hann gav kappróðrarfelagnum NSÍ eitt spildurnýtt 5-mannafar, Tjaldrið, og tá ið Eysturoyingur skal spenna í, er tað ikki lukkuligt at forstýra 50 ára føðingardagsbarnið.
Umstøðurnar skapa mannin. Eftir at hava livað í stórum turbolensi í hálvthundrað ár, er tað kanska einki undarligt, at tað ofta hevur staðið og stendur um húsbrot um mannin, sum á fyrsta sinni sá dagsins ljós á sjúkrahúsinum í Ærøskøbing fyri 50 árum síðani. Hann tykist stórtrívast í ódnarveðri, og tá ið íðurnar eru uppi. Illveðrið tykiskt ikki at skala hann. Sjálvur plagar hann at siga, at tað er ókenda javnvágin við Skaparan og seg sjálvan, sum ber øllum uppi, tá ið saman um kemur, og tá ið tað stendur ringast til.