Tórbjørn Jacobsen kærir landsstýrisfólk til løgmann

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur sent soljóðandi kæru til løgmann:

»Góði Kaj Leo Holm Johannesen,

 

Umframt framløgu hava 10 mál verið til fyrstu viðgerðar á tingfundinum í dag. Sum framsøgutingmaður Tjóðveldisins í fiskivinnumálum skal eg við hesum skrivi boða tygum frá, at eg meti tað at vera størstu vanvirðing fyri aldargamla tingi okkara, at útinnandi valdið, í hesum førinum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, rýmir av tingfundi, meðan mál, sum hann sjálvur hevur lagt fyri tingið, er til viðgerðar. Hetta hendi í morgun, táið løgtingsmál no. 121/2008 var til viðgerðar.

 

Ikki tygum at siga, snúði málið seg um, at flyta ”110 tons-skottið” í bólki 4T, soleiðis, at gjørdir handlar í bólkinum kunnu løggildast. Aftur eitt tekin um, at landsstýrismaður tygara boygnar undan øllum trýsti frá ”røttu” seráhugamálunum uttaneftir. Hin parturin av uppskotinum snúði seg um hámark á felagskvotum. Í hesum sambandinum tók drúgt orðaskifti seg upp um nýggju útlutingina av føroysku svartkjaftakvotuni. Ein teptur landsstýrismaður megnaði ikki at svara spurningum, um illgerðir sínar í umsitingini av ognum Føroya fólks, og endin varð, at hann rýmdi av fundinum, og avleiðingin av hesum varð, at løgtingsformaðurin sleit fundin fyribils.

 

Sambært Stýrisskipanini §33. stk. 3., hava tygum eftirlitið við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Sjaldsama arrogansan og tilvitaða fráveran hjá Jacob Vestergaard, undir tingviðgerðini av egnum máli fyrrapartin ídag, má metast at koma undir hesa áseting. Slík vanvirðing fyri tinginum kann á ongan hátt vera tað sama sum at sita fyri einum málsøki á fullgóðan hátt.

 

Spurningurin, ið hann ikki vildi svara, hóast settur fram upp í saman aftur av fleiri tingfólkum úr flestu flokkum, var, um útlutaðu kvoturnar í svartkjaftabýtinum eru eginkvotur, ið einans eru galdandi fyri hetta árið – 2009, ella um hesar eginkvotur skulu metast at vera endaliga útlutaðar. Fyri tíð og ævir allar. Táið landsstýrismaðurin ikki hirdi at svara tinginum, fari eg hervið at heita á tygum um at svara spurninginum. Málið er prinsipielt, og hevur stóran og avgerandi týdning fyri tey, sum fáast við hesa vinnu.

 

Hartil fari eg at mæla tygum staðiliga til, at gera eina umfatandi og djúptøkna kanning av øllum Fiskimálaráðnum, bæði av landsstýrismanninum og hansara umsiting, tí umrøðan á tingi í dag vísti sjónliga, at tingfólk vóru illa heitin av avgerðini, sum stinkar so langan veg av rossahandlum og vina- og kenningapolitikki, at greiða má fáast á, um trupulleikin er politiskur ella um umsitingin í ráðnum er ósaklig ella til fals í síni málsviðgerð. Megna tygum ikki, innanfyri eitt rímiligt tíðarhvarv, at taka stig hesum viðvíkjandi, verður neyðugt at brúka tey amboð, sum tingið annars hevur at greina mál av hesum slagi. Málið snýr seg um ájavna rættartrygd hjá øllum borgarum landsins.

 

Tjóðveldi átti tvey fiskivinnuuppskot á tingfundinum ídag, og tá sýndi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sína fullkomnu vanvirðing, táið hann als ikki møtti til viðgerðirnar av løgtingsmálum no. 126/2008 & 129/2008 yvirhøvur.

 

Harumframt skal leggjast afturat, at Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur ikki møtti á tingfundinum, hóast 3 mentanaruppskot vóru til viðgerðar á fundinum (løgtingsmál no. 123/2008, 124/2008 & 155/2008) og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, var heldur ikki við til viðgerðina av tingmáli no. 152/2008 um Búskapargrunn Føroya.

 

Við hesum fari eg at kæra hesi landsstýrisfólk tygara fyri ikki at sita fyri málsøkjum sínum á fullgóðan hátt. Eitt mál sum tygum hava ábyrgdina fyri. At vanvirða eitt parlament, evsta vald landsins, – í hesum førinum Føroya løgting – soleiðis sum partar av útinnandi valdinum gjørdu tað á tingfundinum ídag, kemur heilt víst undir hesa ásetingina, og skal tað vera mín vón, at tygum gera nakað við málið. Avrit av hesum skrivi verður sent løgtingsformanninum, sum fleiri ferðir átalaði hesi somu viðurskifti á tingfundinum ídag.

 

Skrivið verður einans flýggjað tygum í telduposti.

 

Við frændakvøðu«