Hetta er beinleiðis avleiðingin av at hava arbeitt málrættað og konstruktivt. Eg havi arbeitt hart fyri barnaansingini og vil hava barnaansing til øll, men hetta vil meirilutin ikki. Vit hava víst á, at meirilutin vildi geva Høgna Mikkelsen barnagarðar at byggja. Vit hava víst á, at Jan Christiansen vildi geva einum vinmanni eina húsagrund úti í Bakka. Vit hava fingið ígjøgnum fyribyrgjandi heimavitjan hjá eldri í Havn. Vit fingu ígjøgnum hækkaðan barnafrádrátt. Vit settu ígongd upprudding av oljudálking á Havnarvág o.s.f. o.s.f....
Júst okkara arbeiðssemi er beinleiðis orsøkin til, at meirilutin fór eftir Torfinni Smith, sum var til fals fyri tveir nevndarsessir afturat. Tað var alt hann fekk.
Borgarligu flokkarnir fingið enn fleiri sessir
Tórfinn Smith ofraði fíggjarnevndarsessin hjá Javnaðarflokkinum til Fólkaflokkin. Harumframt tók hann sjálvur mín sess í Sosialunevnd og mín sess í Heilsu- og umhvørvisnevndini.
Frá minnilutanum hevur hann tikið nevndarsessin hjá Hildur Eyðunsdóttir í Byggi- og býarskipanarnevndini og givið hann til Schuman Hjaltalin úr Sambandsflokkinum. Givið Jákup Suna Joensen úr Fólkaflokkinum sessin hjá Jógvan Arge í Tekniskunevnd. Harafturat hevur hann nú flutt sínar egnu nevndarsessir í Mentamálanevndini og Havnanevndini yvir í meirilutan. Hetta gevur 7 nevndarsessir, sum hann hevur flutt yvir í meirilutan. Sjálvur hevur hann einans fingið 2 nevndarsessir afturat fyri teir 7 nevndarsessirnar, hann hevur flutt í meirilutan. Nú hevur Tórfinn fýra sessir tilsamans.
Meirilutin sigur einki í býráðnum
Meirilutanum líkt, tók Torfinn Smith ikki so mikið sum orðið á býráðsfundinum, tá hann fór upp í meirilutan.
Soleiðis ger meirilutin. Hann greiðir ongantíð frá sínum avgerðum í býráðnum. Demokratiið er sett til viks. Avgerðirnar verða tiknar á samgongufundi ella í onkrum skýmaskoti, málini verða løgd fyri býráðið, og málini samtykt uttan at greiða frá hví. Men tað er kanska ikki so løgið, tá man sær, hvørji mál verða samtykt.
Ikki ómøgulig - sera konstruktiv
Jan Christiansen hevði sera ringan smakk í munninum á býráðsfundinum, og støðan var sera pínlig og spent. Hann segði, at hann ongantíð hevur sagt, at eg eri ómøgulig, hatta var nakað fjølmiðlarnir hava sagt. Hesum trúgvi eg tó ikki, tí hann verður endurgivin fyri at siga hetta í trimum miðlum: Útvarpinum, Sosialinum og Dimmalætting.
Sannleikin er, at hetta er bara ein liður í útspillingini av minnilutanum. Løgið, at tey skulu hava trupulleikar við minnilutanum, tey eru nú 9 og vit 4.
Men eitt kann eg lova Jan og øllum hinum: Har eg eri, arbeiði eg málrættað, konstruktivt og loyalt. Tað er slíkum tey eru bangin fyri.
www.lindenskov.com