Tórhild bjóðar til útgávukonsert

- Eg gleði meg at síggja nógv fólk til konsertina, ið er skipað sum eitt familjuvinarligt tiltak, sigur Tórhild Bjarkhamar, sum nú er komin við síni fyrstu fløgu

Í kvøld klokkan 19.30 verður familjuvinarlig útgávukonsert í Kelduni í Skálafirði. Tá fer Tórhild Bjarkhamar at framføra sangirnar av nýggju fløgu síni ?Saman við tær?.

Byrjað verður við felagssangi saman við Dreingjaorkestrinum og børnum úr Leirvík, síðani syngur kvinnukórið Suð úr Klaksvík. Rúna Sivertsen fer eisini at syngja ein sang, og seinast fer Tórhild Bjarkhamar á pallin og fer hon at framføra allar 10 sangirnar á fløguni.

Møguleiki verður at keypa sær ein drekkamunn og ogna sær fløguna.

Atgongumerki til tiltakið kosta 100 krónur fyri vaksin og 50 kónur fyri børn undir 14 ár.

- Eg gleði meg at síggja nógv fólk til konsertina, ið er skipað sum eitt familjuvinarligt tiltak, sigur Tórhild Bjarkhamar í Leirvík, sum nú er komin við síni fyrstu fløgu.