Aftur í ár skipar Tórshavnar Ítróttarráð saman við Tórshavnar Kommunu fyri tivoli á ólavsøku.
Sum nakað nýtt hava fyriskipararnir hesaferð fingið ein heilt serligan aktivitet, sum ólavsøkugestirnir kunu royna fyri fyrstu ferð í Føroyum.
Talan er um eina sokallaða melduródn, har fólkini sita í setrum, beinini hanga leys, og við stóru maskinuni koma tey nakað upp í luftina og sveiggja í ymsar ættir. Tivolimaskinan er umleið 15 metrar høg og er kend frá flestu stóru tivilogørðum .
Melduródnin hevur fingið heitið Tórsódn, og longu 26. juli kunnu tey fyrstu royna tivolimaskinuna.