Tórshavnar Býráð skal taka alt málið um at leggja grótið úr Eysturoyartunlinum, á Sund, uppaftur
Hesa áheitan á Tórshavnar Býráð, samtyktu kaldbaksfólk á borgarafundi í gjárkvøldið, har eini 100 fólk vóru møtt.
Í eini yvirlýsing frá fundinum stendur, at tey átala framferðina hjá Tórshavnar Kommunu í sambandi við ætlanina at leggja eitt sera stórt vinnuøki á Sundi og langt út á Kaldbaksfjørð.
– Borgarafundurin átalar, at Tórshavnar býráð ikki heldur kommunustýrisskipanina fyri Tórshavnar kommunu, samanleggingarsáttmálan millum kommunurnar, og kunngerðina um samanlegging av Kaldbaks kommunu og Tórshavnar kommunu.
– Í kommunustýrisskipanini fyri Tórshavnar kommunu verður sagt Kaldbaksnevndin vegleiðir, og ger tilmæli til býráðið í málum, ið hava við spurningar í Kaldbak at gera.
– Tórshavnar kommuna legði ikki uppskotið at leggja eitt vinnuøki á Sundi fyri Kaldbaksnevndina í 2016. Nevndin fekk tí ikki høvi at umrøða og gera tilmæli í hesum máli, sum beinleiðis rakar Sund og Kaldbak, tí fjørðurin er bara 800 metrar breiður er niðurstøðan á borgarafundinum.
Hetta siga tey er brot á rættarstøðuna hjá gomlu Kaldbaks kommunu og tað átala tey. Tey vísa eisini á, at næstan øll fólk í Kaldbak mótmæltu ætlanini at leggja eitt vinnuøki á Sundi í januar 2017.
– Borgarafundurin átalar, at Tórshavnar býráð skúgvaði til viks ynskið og mótmælið hjá allari bygdini.
– Borgarafundurin harmast um, at Tórshavnar býráð ikki so frægt sum setti seg í samband við Kaldbaksnevndina, ella fólkið í Kaldbak, tá nær um øll bygdin vendi sær móti hesum sera stóra náttúruinntrivi við Kaldbaksfjørð, siga tey.