Tórshavnar Countryfestivalur 2012

Um vikuskiftið varð skipað fyri fyrsta countryfestivalinum í Tórshavn. Ítróttarhøllin á Hálsi var karmur um tiltakið, og fyrireikararnir meta, at tilsamans vitjaðu eini 1800 fólk festivalin fríggja- og leygarkvøldið. Bæði kvøldini framførdu fleiri av landsins bestu countrytónleikarum, og eisini vóru kend útlendsk nøvn á pallinum

Festivalurin fór av bakkastokki fríggjakvøldið, tá Evi Tausen trein á pallin beint eftir klokkan 20. Henni á baki framførdi Rannvá Vesturklett við ymsum kendum countryløgum umframt hennara egna hitti “Kærleikans Mark”. Kekkisku Country Sisters, sum hava vunnið fleiri heiðurslønir fyri teirra lívligu framførslur, framførdu eisini fríggjakvøldið, har tær millum annað sungu og spældu eina countryútgávu av kenda lagnum “Let´s Twist Again.” Føroyski countrykongurin, Hallur Joensen, var seinasti tónleikarin, sum fór á pallin fríggjakvøldið, og áhoyrararnir blivu ikki snýttir fyri at hoyra allar hansara kendu sangir so sum “Um tú hevur tað sum eg” og “Enn stendur hurð mín opin”.

 

Hóast veðrið ikki vísti seg frá bestu síðuni leygarkvøldið, høvdu nógv fólk leitað sær í Høllina á Hálsi at hoyra føroyskan og útlendskan countrytónleik. Country Sisters dámdu so mikið væl at framføra fríggjakvøldið, at tær fegnar vildu á pallin aftur sum fyrsti bólkurin leygarkvøldið. Aftaná var túrurin komin til Kristinu Bærendsen, sum sang kend country- og gospelløg. Hæddarpunktið í hennara framførslu var uttan iva, tá pápin, Alex Bærendsen, trein upp á pallin at syngja duett við Kristinu. Alex Bærendsen var næstur á pallinum aftan á Kristinu, og tað var eyðsæð, at áhoyrararnir dámdu væl at síggja og hoyra fólkakæra sangaran á palli aftur. Rættiligt lív kom í áhoyrarafjøldina, tá Magni Christiansen framførdi kend countryløg og sang og dansaði Shakin Stevens. Arly Karlsen úr Noregi var seinasta útlendska navnið á pallinum. Hann sang duett saman við Halli Joensen og Evi Tausen. Seinasta tónleikarin, ið framførdi á Countryfestivalinum, var vestmenningurin Joen-Magnus Danielsen, sum umframt countrysangir eisini sang kend løg hjá The Eagles, Chris Isaac og Green Day.

Fyrireikararnir av Tórshavnar Countryfestivali eru væl nøgdir við tiltakið, og gongur alt sum ætlað, kunnu countryfjepparar longu nú gleða seg til næsta countryfestivalin, sum verður aftur komandi ár.