Tórshavnar Golfklubbi bjóðar fólki til "opna breyt"

Gamla grasundirlagið á Tórsvølli var fyrr í ár flutt út á Glyvursnes, og ger nú stóra nyttu hjá golfíðkarunum hjá Tórshavnar Golfklubba.

 

Í morgin klokkan 10 bjóðar Tórshavnar Golfklubbi fólki at koma út á Glyvursnes og sláa nøkur sløg.

 

Oskar Eiriksson, vallarvørður og nevndarlimur í Tórshavnar Golfklubba og Jógvan Amonson, formaður í Tórshavnar Golfklubba vitjaðu morgunsendingina hjá Rás2 í morgun, har teir greiddu frá um tær nýggju umstøðurnar. Nomið var eisini við stóra týdningin ein nýggjur golfvøllur hevur, um Føroyar aftur skulu hýsa oyggjaleikunum.

 

Samrøðan við Oskar Eiriksson og Jógvan Amonson kann hoyrast í ljóðbrotinum niðast á síðuni.