Bjarti Mohr
Fólkaflokkurin
????????
Fyri bert heilt fáðum árum síðani var avrátt ikki at byggja m.a. Brimil í Føroyum tí tað fór at ovurhita búskapin. Nýggi Smyril mátti fyri alt í verðini ikki gersat liðugur her heima heldur av somu orsøk. Nú er vend komin í, men tíanverri tann skeiva vegin. Arbeiðsloysi veksur og inntøkurnar hjá kommunum, landskassa og føroysku húsarhaldun-um eru minnkaðar munandi.
Tórshavnar Kommuna hevur tey seinastu árini tikið hædd fyri hesari gongd við at hava ein varðisligan búskaparpolitik. So at siga øll skuld er goldin niður. Við tí sum stendur inni á bók er kommunan netto skuldarfríð.
Tað góða við hesum er at kommunan er før fyri at seta arbeiði í gongd sum kunnu seta ferð aftur á búskapin. Ìløgur skulu gerast í m.a. skúlar og ellis- og røktarheim. Ein útbygging av havnaøkinum er eisini neyðug skal kommunan fylgja við í kappingini. Umframt hesar íløgur eru nógvar aðrar verkætlanir sum kunnu setast í gongd. Tórshavnar Kommuna er eitt kraftsentur og hesar íløgur koma at hava eina positiva ávirkan á alt miðstaðarøki.