Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi
www.marinkatrina.fo
----
Vit mugu fyrireika okkum at taka ímóti framtíðini
Ein tann størsta avbjóðingin hjá einum politikara í eini høvuðsstaðarkommunu, sum okkara, er at tryggja trivnaðin og vælferðina hjá borgarunum. Somuleiðis er neyðugt, at Tórshavnar kommuna er eitt virkið lokomotiv at draga føroyska samfelagið fram á leið.
Býurin og menningin
Kommunalpolitikarar mugu fylgja væl við í tí samfelagsligu menning, sum hendir í okkara grannalondum; tí tað eru hesi, ið vit kappast við um okkara egna unga fólk og um framtíðar lívskor her á klettunum.
Dentur má leggjast á at skapa og bøta um teir yvirskipaðu karmarnar í kommununi, øllum borgarunum at frama. Havnin skal vera býurin í hesi menning; við sjálvsagdari rúmd, til at menna bygdirnar í kommununi eisini.
Betri vinnumøguleikar í kommununi
Høvuðsstaðarkommunan eigur at fjálga um vinnumøguleikarnar á øllum plássum í kommununi. Fólkaríkasta kommunan í landinum hevur góðar møguleikar at leggja vælskipaðar karmar til rættis fyri verandi og nýggjum vinnugreinum. Tórshavnar býráð eigur at skipa ein formligan samstarvs- og samskiftispall við vinnulívið, t.d. kundi Havnarnevndin verði víðkað til eisini at fevnt um hesi málsøki.
Mentanarlívið skal styrkjast
Høvuðsstaðurin hevur eina sjálvsagda skyldu at ganga á odda í stríðnum at menna og styrkja umstøðurnar hjá føroyskum mentanarlívi, og at skapa góðar karmar fyri einum ríkum og fjølbroyttum mentanarvirksemi í kommununi. Tórshavnar kommuna má gera sítt til, at farið verður undir arbeiðið at gera eitt nýtt og tíðarhóskandi mentanar- og tjóðleikhús í næsta býráðsskeiði. At menniskjað ikki livir av breyði eina, eru vælkend vísdómsorð úr Halgubók, ið framvegis hava gildi.
Ein tíðarhóskandi høvuðsstaður er ein treyt fyri trivnaði
Nógvar kanningar vísa, at útjaðarabýir við dygdargóðum útbúgvingarmøguleikum standa seg nógv betur í kappingini frá altjóðagerðini.
Tíðarhóskandi yrkis- og miðnámsskúlar, og Fróðskaparsetur við viðkomandi frálæru og gransking, er vegurin framá. Tórshavnar kommuna má í samvinnu við landsmyndugleikarnar leggja doyðin á at skipa fyri hesum. Ungdómurin í lestrarørindum, ein hópur av vællærdum serfrøðingum, og samstarv millum vinnulív og Fróðskaparsetur, eru partar, ið skapa nýggjar møguleikar, lív og trivnað í býnum.