Tórsvøllur er yvirbókaður í morgin. Klokkan 15.00 byrjar dysturin í Betri deildini hjá monnum millum B36 og TB. Klokkan 15.15 verður endaspurturin í Betri deildini hjá kvinnum, har HB og EB/Streymur/Skála spæla – eisini á Tórsvølli.
Sum skilst, so er hetta ein mistak, ið er íkomið, men nú vilja partarnir ikki flyta seg. B36 hevur ásett dystin við mikukvøldinum í huga, tá teir skulu spæla avgerandi dyst í oddastríðnum móti KÍ, meðan kvinnurnar kunnu vinna silvur, um úrslitini koppa teirra veg. Talan er um seinasta umfar í landskappingini hjá kvinnum, har ynskt verður at allir tríggir dystirnir verða spældir í senn.
Tað ber framvegis illa til at spæla á Ovara vølli í Gundadali, har undirlagið á vøllinum ikki er nøktandi. Tí bendir nógv á, at okkurt slag av samráðingum má til í kvøld, um ikki tveir dystir verða í senn á Tórsvølli seinna partin í morgin.