Túrurin er í uppskoti sum ársins ævintýr

National Geographic hevur Leven Brown, stigtakara og skipara, og túrin hjá Artemis Investments í uppskoti sum ársins ævintýr í 2010.
Leven Brown var skipari á Artemis Investments. Hann hevði sett sær fyri at rógva tvørtur um Atlantshavið. Málið var at gerast skjótasti árabátur tvørtur um Atlantshavið. Hann setti seg í samband við Livar í januar í fjør, tí hann vildi fegin hava rógvaran við í hópin. Don Lennox og Ray Carroll, sum eru millum heimsins bestu rógvarar, tóku eisini av tilboðnum.
Tað ber til at atkvøða fyri Leven Brown á heimasíðuni hjá National Geographic. Endaliga úrslitið verður kosið 11. februar.