Tørvur er á at rætta kósina – og ferðina

Á tíðindafundi í morgun legði Búskaparráðið fram búskaparfrágreiðing fyri 2006. Teir rópa varskó, men staðfesta eisini, at talan er ikki um nakað nýtt 6. oktober scenario. Vit prenta her ein samandrátt av frágreiðingini, sum Búskaparráðið hevur skrivað

Tað er hákonjunkturur í Føroyum. Arbeiðsloysið er á botni og vit kunnu vænta, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at elva til økt kostnaðarstøði. Hetta hevur við sær viknandi kappingarføri hjá útflutningsvinnuni.
Tað er neyvan sannlíkt, at búskaparvøksturin kann halda áfram við óbroyttari ferð – og við óbroyttari kós. Tað er neyvan tørvur á nøkrum ógvusligum tiltøkum, men tað er tørvur á at tálma konjunkturin heldur enn at styrkja hann.

Væntandi kommunal fíggjarstýring
Tørvur er á, at bæði landsstýrið og kommunurnar gera sítt til fyri at tálma konjunkturarnar – og ikki styrkja um teir. Tískil er skattalættin eitt skeivt tekin at senda út. Ein enn størri trupulleiki er tann vantandi fíggjarstýringin av kommunubúskapinum. Búskapurin hjá kommununum eigur at verða umfataður av einari felags fíggjarrammu saman við landskassanum.

Lánifíggjaður vøkstur
Væntandi fer útflutningurin at vísa eina lítla framgongd uppá 5 prosent og innflutningurin at vísa ein vøkstur uppá ikki minni enn 20 prosent. Úrslitið er, at vit annað árið á rað hava eitt miljardundirskot á handilsjavnanum. Hóast vit ikki hava haldgóða vitan um hinar postarnar á gjaldsjavnanum, tí tølini eru óviss, eru ábendingar um, at vit eru í ferð við at minkað um okkara nettoáogn í útlandinum.
Vøksturin í búskapinum er í stóran mun lánifíggjaður við veð í frívirðum, m.a. í sambandi við handil av virkjum, og serstakliga í sambandi við keyp og sølu av skipum og reiðaríum. Kapitaliseringin av fiskiloyvum er eitt dømi um lántøku við veð í framtíðarveiðuni. Tað er sostatt greitt, at vinnan er í fer við at økja sín fíggjarliga váða.

Økt skuld á húsamarknaðinum
Eisini á húsamarknaðinum er skuldarbyrðan økt ógvusliga. Nýggir lánimøguleikar, við 10 ára avdráttarfríðum lánum, hava í fyrsta umfari havt við sær eitt væl lægri byrjunargjald. Økta gjaldførið er hinvegin heilt ella partvíst vorðið til hægri húsaprísir og økta lánibyrðu. Teir nýggju lánimøguleikarnir hava latið upp fyri møguleikum hjá húsaeigarum at taka lán, so at tað í veruleikanum er ilt at skilja millum íbúðarlán og onnur lán.

Rentustuðulin avtakast
Tað er eingin haldgóð grundgeving fyri, at rentustuðul einans skal verða latin til íbúðarlán. Eisini tykist løtan at vera komin at taka støðu til, um vit framhaldandi skulu hava rentustuðul, og, um so er, hvussu stórur hann skal verða, tí tað er greitt at rentustuðulin kann gerðast ein stór útreiðsla fyri landskassan.