Týsdagin kemur nýggja roykilógin í gildi. Royking verður tá ikki loyv í almenna rúminum, og heldur ikki skulu tubbaksvørur liggja sjónliga frammi í handlum Hetta hevur við sær, at tað ikki longur verður loyvt at roykja innandura á meitt nú matstovum, café?um, dansi- og skeinkistøðum, almennum og privatum arbeiðsplássum, skúlum, hallum, dagstovnum, dagrøktum og støðum annars, har almenningurin hevur atgongd.
- Sum øll vita, so eru bæði royking og passiv royking sera heilsuskaðilig.Eg eri tí sera fegin um nýggju roykilógina. Hon er eitt stórt fólkaheilsupolitiskt framstig, og hon er eitt sera týðandi stig á leiðini at tryggja øllum føroyingum eitt heilsubetri lív, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður.
Í heilt serligum førum ber tó til at gera undantøk frá roykiforboðnum, treytað av at roykurin ikki er til ampa fyri onnur. Hetta er serliga galdandi á støðum, sum bæði eru privatur bústaður og arbeiðspláss, t.d. á ellis- og røktarheimum.
Sum nakað nýtt verður nú eisini sett forboð fyri, at tubbaksvørur kunnu standa frammi á sjónligum støðum í handlum og kioskum.
Verður roykilógin ikki hildin, verður revsað við bót.