Eftir ætlanini skulu tey týsku kjarnorkuverkini latast aftur í 2022, men nú mælir Angela Merkel, samveldiskanslari, politikarunum til at bíða við at lata nøkur av verkunum aftur.
Í samrøðu við týskt sjónvarp sigur Angela Merkel, at av tekniskum orsøkum er tað skilabest at lata 17 reaktorar halda fram eini 10 ella 15 ár aftan á 2022. Sambært kanslaranum er tilmæli hennara í samsvari við eina serfrøðingafrágreiðing, sum týska stjórnin fær seinni í vikuni.
Angela Merkel noyðist tó at sannføra fleiri av sínum egnu floksfeløgum um, at tað er rætt at lata kjarnorkuverkini halda fram. Fleiri tinglimir í flokki hennara, CDU, hava sagt, at teir eru ikki sammførdir um, at tilmælið hjá kanslaranum er tað rætta.
CDU hevur fyrr sagt, at flokkurin fer ikki at byggja nýggj kjarnorkuverk, men at hann er sinnaður at lata verandi verk halda fram, til tann sokallaða grøna orkan er vorðin meiri burðardygg.