Týskland letur landamørkini upp 15. juni

Ferðabann verður sett aftur í gildi, um útbreiðslan av koronusmittuni aftur fer at vaksa, ávarar týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas.

Týski úttanríkisráðharrin, Heiko Maas, sigur, at Týskland setir úr gildi ferðabannið fyri ES-londini eins og Bretlandi, Íslandi, Noreg, Liechtenstein og Sveis frá 15. juni.

Hann sigur, at rætningslinjurnar fara at gera greitt, at týsku myndugleikarnir ikki mæla til ferðir til Bretlands, so leingi eitt 14 dagar sóttarhald er í gildi.

Maas ger eisini greitt, at ferðabannið kann verða sett aftur í gildi, um útbreiðslan av koronusmittuni aftur fer at økjast.

Viðvíkjandi londum uttan fyri ES er týska stjórnin afturhaldandi og fer seinni at taka støðu til gongdina.

Týska fólkið er spent upp á viðurskiftini í Turkalandi, sum er eitt tað best umtókta ferðamálið hjá týska fólkinum.

Týskald hevur størsta fólkatal í Evropa, men hevur kortini nógv færri andlát av koronuvirus enn onnur stór lond í Evropa.

/ritzau/Reuters