Í morgin kl.16.00 spælir føroyska kvinnulandsliðið seinasta dystin í hesari HM-undankappingini. Talan er um sera trupla uppgávu ímóti siðvandari fótbóltstjóð og oddaliðnum í bólkinum, Týsklandi, sum Føroyar í fyrra dystinum taptu 11-0 fyri. Hesaferð hittast liðini í Føroyum.
Tað er einki at taka seg aftur í, at Týskland aftur í morgin er risa favorittur. Veddingarfyritøkurnar meta, at Týskland fer at vinna við umleið átta málum. Týskland hevur nógv at spæla fyri, tí vinna tær á Føroyum í morgin, so hava tær tryggjað sær bólkasigurin og atgongumerki til HM-endaspælið.
Les eisini: Margunn hevur hugin og viljan at stríðast
Týskland rændi fyrradagin oddasessin í bólkinum frá Íslandi við 2-0-sigri í Reykjavík. Skuldu tær týsku tapt í morgin, so eru framvegis møguleikar fyri at tær koma víðari sum besti tvey-ari, men óivað fara tær so beint eftir bólkasigrinum. Koma tær á odda við fleiri málum, kann hugsast at tær taka fótin a speedaranum.
Føroyar hava havt tað trupult í hesari HM-undankappingini, men seinasta dyst fingu tær ein lítlan innanhýsis sigur, tá ið tað brast fyri nev í málskjótingini í 4-1-tapi fyri Kekkia. Tað var Milja Reinert Simonsen, sum skeyt fyrsta og higartil einsamalla málið hjá Føroyum í hesari undankappingini.
Fyri Føroyar hevur úrslitið ikki alt at siga. Tað er nevniliga týdningarmikið, at liðið mennir seg rætta vegin, hevur ein av lyklaleikarunum á føroyska landsliðnum, Heidi Sevdal, sagt við in.fo.
- Tað hevur stóran týdning fyri okkum at prógva, at vit hava ment okkum gjøgnum kappingina, og hóast mótstøðan er í serflokki, mugu vit tora at halda upp á bóltin og koma longur fram á vøllin. Um allir spælararnir halda seg til okkara ætlan, vísa góðan hugburð og ikki minst góðan stríðsvilja, so kunnu vit avgjørt seta eitt gott punktum á Tórsvølli, segði Heidi Sevdal við in.fo í gjár.
Les eisini: Heidi Sevdal: Flyta okkum rætta vegin
Dysturin millum Føroyar og Týskland verður spældur á Tórsvølli týsdagin kl.16.00.