Tveir dystir hava verið í okkara HM undankappingarbólki í kvøld. Týskland vann 4-1 á Kasakstan, meðan Írland og Eysturríki spældu 2-2.
Týskland hevði vitjan av Kasakstan. Londini møttust eisini fríggjakvøldið. Tá vann Týskland 3-0. Hesa ferð gjørdist munurin tann sami, men tað eydnaðist Kasakstan at skjóta mál.
Marco Reus legði Týskland á odda aftaná 23 minuttir. Bara fýra minuttir seinni økti Mario Götze til 2-0, áðrenn Ilkay Gündogan fýra minuttir seinni gjørdi tað til 3-0.
Bara ein minutt inn í seinna hálvleik minkaði Heinrich Schmidtgal um munin fyri Kasakstan. Ikki fyrr enn í evstu løtu eydnaðist Marco Reus at sláa sigurin fastan til 4-1. Allir málskjúttarnir spæla til dagligt við Borussia Dortmund.
Í Írland bjargaði David Alaba Eysturríki eitt týdningarmikið stig. Eysturríki kom á odda, men tá farið var til hálvleiks hevði Jonathan Walter lagt heimaliðið á odda. Fyrst við brotssparki og síðani stútaði hann eit hornaspark í mál.
Eysturríki svaraði aftur, tá klokkan var farin um teir 90 minuttirnar, tá David Alaba royndi seg við skoti, sum fór í mál. Úrslitið merkir, at bæði liðini nú hava átta stig saman við Svøríki. Týskland hevur 16 stig á fyrsta plássi.