Hvørt týskvøld er jazzur at hoyra í Havn, um ein leitar sær á Hvonn Týskvøld er aftur og tískil er jazzur á Hvonn. Hesaferð er tað DJ´azz tónleikur við Rúna Eysturlíð. Rúni hevur áður verið DJ á Hvonn, og hava tey kvøldini verið sera væl umtøkt. Rúni situr við mikrofonina frá kl 21.
Sum fyrireikararnir taka til:
Tað er týskvøldið, tað er á Hvonn, tað er jazzur. Tað er tað!