Túsundtals børn sleppa ikki til læknakanning

Tað er langt frá bara í Havnini at børnini ikki sleppa til skúlalækna, tí tað er bara heilt fáa staðni, at hendan skipanin virkar



 

Hvørt ár verða fleiri túsund børn í Føroyum slept upp á fjall.

Eftir lógini hava tey rætt til at sleppa til skúlalækna ímeðan tey ganga í skúla, men hendna lógin verður ikki hildin.

Børnini hava rætt til at sleppa til skúlalækna, tá ið tey koma í skúla og so aftur, tá ið tey fara úr skúlanum.

Nú hevur Jenis av Rana, løgtingsmaður, sett Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismanni í almanna og heilsumálum fyrispurning um skúlalæknan í Havn.

Hann sigur, at tað kann ikki góðtakast at børnini í havn ikki skulu sleppa til skúlalækna.

Hetta hevur fingið avvarðandi ymsastaðni frá at gera vart við seg.

Tey siga tað er verri enn so bara í Havnini, at skúlalæknaskipanin ikki virkar.

Tvørturímóti, er tað ógvuliga fáa staðni í landinum at børnini sleppa til skúlalækna.

Veruleikin er, at tað er bara undantakið, at børnini sleppa til skúlalækna og tey, sum gera vart við seg, halda, at Jenis av Rana átti ikki bara at hugsa um børnini í Havn, tí børnini á bygd eru líka nógv verd sum tey í Havn og tey hava líka góðan rætt at sleppa til skúlalækna.

Ein av teimum, sum hevur gjørt vart við seg, er Karin Strøm, heilsusystir í Suðuroyar syðru helvt.

Hon sigur, at tað er ómetaliga óheppið, at skúlalæknaskipanin ikki virkar.

Hon vísir á, at farna skúlaár hevur hon kannað 312 børn í Suðuroyar syðru helvt.

Somuleiðis hevur hon ráðgivið um heilsu, røkt og fyrbyrging.

?Av teimum 312 børnunum, havi eg víst 54 børnum víðari til serfrøðingar av ymsum slag, ella til barnaverndirnar. Børnini verða m.a. víst til kommunulækna, eygnalækna, ella til Sernámsdepilin.

?Sostatt er tað umleið sætti hvør næmingur, sum verður vístur víðari til barnavernd, ella til serfrøðing av ymsum slag.

Karin Strøm sigur, at av tí, at hon ikki er lækni, er tað ógvuliga sannlíkt, at tað eru mangir trupulleikar, sum hon ikki fær eyga á og sum tí ikki verða uppdagaðir. Eitt nú hyggir læknin eftir trupulleikum við ryggi o.ø, og hetta eru trupulleikar, sum eg í mangar mátar ikki finni, sigur hon.

Eftir, hvat skilst, er tað ein ósemja um sáttmála ímillum Landsstýrið og læknarnar, sum ger, at skúlalæknaskipanin kring alt landið mestsum er dottin niðurfyri.