Tøting hevur jólagávuna

Tøting hevur sølubúð í Syðrugøtu og í Niels Finsensgøtu í Havn, har felagið hevur rikið handilin Vilma í hálvt annað ár.

Tøting

Í sølubúðini hjá Tøting í Syðrugøtu eru nógv góð jólagávuhugskot, nú jólini nærkast. Sama er í handlinum Vilma í Niels Finsensgøtu í Havn, sum felagið í Gøtu rekur.
Tøting eigur ikki bygningin í Havn, men bara handilin og vørurnar, sum eru har.

Jólagávuhugskot
Uffe Bærentsen á Tøting sigur, at tey hava nógv hugskot til jólagávuna, og fólk eru meira enn vælkomin at støkka inn á gólvið at síggja áhugaverda og forvitnisliga úrvalið av ymiskum pløggum.
- Vit vóru við á væleydnaðu mótaframsýningini, sum var á Skipasmiðjuni. Her høvdu vit eini 30 snið við ymiskum nýggjum, sum stórur áhugi var fyri.
Hann sigur, at Tøting hevur lagt seg eftir at hava nógv nýggj snið og nýggja vøru, og hann heldur, at hetta er nakað, sum viðskiftafólkini rættiliga hava lagt til merkis.
Uffe sigur, at ein minni partur av framleiðsluni hjá Tøting fer av landinum.
- Fíggjarliga orkan hevur higartil ikki gjørt tað møguligt at gera stórar avtalur í so máta.

Stóran týdning
Hann sigur, at útlendsku gestirnir, sum vitja Føroyar, hava stóran áhuga í vørunum hjá Tøting og tað, sum útlendsku gestirnir leggja eftir seg, ger stóran mun fyri virksemið.
- Vit fegnast eisini um, at føroyingar upp ígjøgnum árini hava stuðlað okkum so væl og víst okkara framleiðslu so stóran áhuga, leggur hann aftrat.
Uffe Bærentsen heldur, at handlarnir hjá felagnum avgjørt eru eina vitjan verdir, nú fólk leita eftir jólagávum – til familju, vinir og kenningar.
- Fólk eru meira enn vælkomin inn á gólvið - í Syðrugøtu og í Havn - at síggja okkara forvitnisliga útboð, sigur hann.