Tú trívist har tú verður møttur við virðing?

?Sum flest øllum kunnugt eri eg í politiskum høpi tjóðveldismaður og havi verið tað, síðan eg sum ungur fekk áhuga fyri politikki og bleiv bitin av tjóðveldishugsjónini, sum hesin flokkur stóð og stendur fyri.?

Fyri meg var, og er tað framvegis, ikki so avgerandi, um flokkurin var vinstra- ella høgravendur, tí báðar gravirnar eru líka vandamiklar. Tað finst eisini ein harðrendur politikkur í slíkum hugsjónum, um vit ikki vísa hógv. Hetta er nógv tengt at, hvør persónurin er, sum myndar politikk floksins, og hvussu langt viðkomandi fær loyvi at fara. ? ?Góðar fyrimyndir?Eg minnist við virðing limafundirnar á Klaksvíkar Sjómansheimi saman við nevndarlimunum í Norðoya Tjóðveldisfelag, m.a. Jóhannes Thomsen, Jósup Henriksen, Jóhann Simonsen, Kristian og Regin Hvidbro, Jógvan og Finnboga Isaksen, Holgar Poulsen, Linda Gardar, Hans Jacob Justesen, Fridtjof Joensen og Esbern Frederiksberg, væl stuðlaðir av konum teirra.?Allir hesir eru farnir inn í ævinleikan, og so tey, sum enn eru ímillum okkum, sum gingu á odda og myndaðu og samlaðu felagið við báðum beinunum á jørðini. Hesir persónar lupu ikki so framav, sum alt ov nógv hendir í dag. ?Vit ungu kendu okkum væl millum teirra og blivu eggjaði av teimum og lærd at hava virðing fyri hvørjum øðrum, eisini teimum, sum ikki eru av somu sannføring.?Tað var m. a. saman við hesum monnum og kvinnum, eg fekk kjølfesti í hugsjón floksins. Vit kunnu spyrja, er nakað broytt í flokkinum, og er tað til gagns ella til ógagns.? ?Sterkar hugsjónir?Tað er onki at taka seg aftur í, at burtursæð frá tjóðskaparliga stríðnum, var hjartamál floksins fiskivinnan, sum var, er og verður vinnuligi hjartatátturin í samfelag okkara, og tað var alt umráðandi at tillaga fiskivinnuna soleiðis, at hon skapti góð livikor hjá okkara kæru landsmonnum saman við teirra kæru og tjóð okkara.?Vit minnast, hvussu Erlendur Patursson sáli bardist fyri korum fiskimanna, og mangan stóð nógv á. Stríðið um fiskimarkið var ikki tað lættasta, men tað bar á mál.?Erlendur haltaði ikki til báðar síður; hansara sannføring var sterkari enn so. Sjálvandi megnaði hann tað ikki einsamallur, men hann gekk undan, og hetta var ein týðandi liður í at gerast enn meiri sjálvbjargin.?Gævi, vit kundu varðveitt hesar sterku hugsjónir, sum góvu rúmd og fortreytir fyri at byggja land uttan persónligan vinning fyri eyga og uttan egin áhugamál, sum mangan hava ávirkað støðutakan politikaranna.? ?Virðing skapir?álit og trivnað?Tað standa stórar avbjóðingar fyri framman, og týdningarmikið er, at vit lata eyguni upp fyri tørvinum hjá okkara borgarum, úr vøggu í grøv. Tey, ið slóðaðu undan okkum, hava uppiborið góð kor, “tá lívskvøldið kemur og sól fer í kav”.?Tíðir broytast, og vit verða rivin við tíðarrákinum, sjálvt um tað mangan hevur ómetaliga óhepna ávirkan á tjóð okkara.?Tí mugu vit vera á varðhaldi og ikki svølgja øllum rátt og taka við tí, sum kemur á okkum uttanífrá, men søkja vísdóm fyri politisku støðutakan okkara, bæði kommunalt og landspolitiskt.?Vit eru føroyingar við okkara serligu siðbundnu mentan, sum kanska ikki altíð hóskar so væl til nýmótans útlendska tíðarrákið. Tó kunnu vit leggja okkum eftir altjóðagerðini, uttan at missa okkum burtur sum serstøk tjóð. Vit fara ikki illa av tí, heldur tvørturímóti.?Virðing skapir álit og trivnað, sum aftur kveikir hugin til íverksetan og at taka tøk. Tí er so umráðandi fyri okkum at vit leggja okkum eftir at hava og vísa virðing fyri hvørjum øðrum sum einstaklingum, og at vit læra at standa saman um felags fosturland okkara og tey virði, vit her eru felags um at eiga og røkja.