Út við 200.000 gistingar í Føroyum í fjør

Í fjør vóru 197.886 gistingar skrásettar í Føroyum tilsamans, samanborið við 184.112 í 2018. Tað svarar til ein vøkstur á góð 7%.

Tað vísa hagtøl úr ársfrágreiðingini hjá Visit Faroe Island.

Hagstova Føroya savnar í samstarvi við Visit Faroe Islands inn gistingarhagtøl, eins og onnur lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðarbúskapin og tal av arbeiðsplássum. Eisini eru neyvari ferðafólkalýsingar gjørdar saman við Gallup

Í 2019 vóru 197.886 gistingar skrásettar í Føroyum tilsamans, samanborið við 184.112 í 2018. Tað svarar til ein vøkstur á góð 7%.

Hagtølini sum Hagstova Føroya savnar inn, innihalda tó ikki Airbnb tølini, sum eisini hava verið í støðugum vøkstri seinastu árini.

Danmark er, sum áður, enn tann størsti marknaðurin, við uml. 30% av teimum útlendsku gistingunum, samanborið við útvið 50% fyri bert fáum árum síðani. Vøksturin frá øðrum marknaðum hevur verið nógv størri enn úr Danmark. Sum tað framgongur, koma tey vitjandi í størstan mun frá nærmarknaðunum, men talið av vitjandi úr meira fjarskotnum londum økist eisini. Flestu gistingar hjá útlendingum verða gjørdar á gistingarhúsum, heili 85% av teimum samlaðu gistingunum.

67% av øllum gistingum verða gjørdar í Suðurstreymi. Mest vanligt er at koma til Føroyar sum einstaklingur ella í minni bólki á eini frítíðarferð, men talið av vinnuferðum er støðugt vaksandi.

Síðani 2013, tá gistingartølini aftur vórðu savnaði inn, kann staðfestast, at vit eru farin frá 132.265 gistingum í 2013 til 197.886 í 2019. Hetta svarar til ein vøkstur á 50% fyri alt tíðarskeiðið. Tá eru Airbnb tøl ikki tald við.

Gistingarhagtølini frá Hagstovuni innihalda ikki tølini fyri Airbnb, av tí at amerikanska fyritøkan ikki almannakunnger síni hagtøl. Hetta er sera óheppið fyri gistingarhagtølini, ikki minst tí, at alt bendir á, at hetta er ein av teimum gistingarhættunum, ið er mest vaksin seinastu trý árini. Samlaða talið av gistingum er sostatt størri enn nevnt omanfyri.

Fleiri enn 300 føroyskir brúkarar leiga nú sín bústað út á Airbnb.

Samlaða gistitalið fyri landið á gistingarhúsunum øktist frá 58% til 60% í 2019, samanborið við 2018. Gistitalið fyri landið var 44% í 2013, tá hagtalsinnsavningin byrjaði.

Gistitalið í Suðurstreymi øktist frá 62% í 2018 til 68% í 2019. Hetta kann samanberast við 49% í 2013.

Talið av gestum, sum koma við ferðaskipum varð í 2019 35.524 ferðafólk samanborið við 39.514 í 2018. Í 2003 vóru 12.014 ferðafólk við ferðaskipum.

Talið av skipum í 2019 var 51 samanborið við 44 í 2018. Harafturat vóru 17.486 starvsfólk umborð í 2019, samanborið við 18.954 í 2018. Nógv av starvsfólkunum velja eisini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gevur eitt samlað gestatal upp á 53.010 í 2019 samanborið við 58.468 í 2018. Í 2003 var samlaða gestatalið 19.021.

So at siga øll skipini løgdu at í Tórshavn í 2019.

Flestu gestir, ið komu við ferðaskipum í 2019, komu úr Stóra Bretlandi, USA og Týsklandi.

 

TOP 10 listi yvir útlendskar gistingar í 2019

  1. Danmark – 55.252 gistingar
  2. Týskland – 13.068 gistingar
  3. Noreg – 12.752 gistingar
  4. Bretland – 9.966 gistingar
  5. USA – 9.549 gistingar
  6. Ísland – 9.221 gistingar
  7. Svøríki – 8.869 gistingar
  8. Niðurlond – 4.605 gistingar
  9. Asia – 4.175 gistingar
  10. Frakland – 3.926 gistingar

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##