Í Danmark vil andstøðan hava Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra at skriva út nýval, men tað vil forsætisráðharrin ikki.
Tað er lætt at skilja báðar partar. Ein meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2, vísir, at 48 prosent vilja hava Helle Thorning Schmidt til forsætisráðharra, meðan 37 prosent vilja hava tann verandi at halda fram. 13 prosent halda bæði vera líka góð, og tvey prosent vita ikki.
Kanningin vísir, at tað stendur á jøvnum millum tey bæði, tá fólk verða spurd, hvør teirra er betur egnaður at fáa Danmark burtur úr búskaparkreppuni. Her fáa tey 39 prosent í part, og 20 prosent siga, at tey hava líka gott álit á báðum, tá tað snýr seg um búskapin.
Á øðrum økjum hava veljararnir betri álit á Helle Thorning Schmidt. Eitt nú halda 51 prosent, at hon er betur til at framtíðartryggja fólkaskúlan. Tað siga 23 prosent um Lars Løkke Rasmussen.
47 prosent vænta sær meiri av sosialdemokratiska formanninum, tá tað snýr seg um at basa arbeiðsloysinum. 29 prosent halda, at Lars Løkke Rasmussen megnar tað betur, og 21 prosent halda, at bæði høvdu klárað tað líka væl.