Annika Olsen, Býráðslimur í Tórshavn
Um vit skulu røkka visión 2015, so má Tórshavn gera seg til reiðar at húsa í minsta lagi 50.000 fólkum, og ikki sum higartil, har man nærum hevur gjørt alt fyri at demotivera føroyingar og aðrar góðar kreftir at flyta hendanvegin. Vit skulu gera tað lokkandi og áhugavert hjá dugnaligum fólkum við framtíðar førleikum, vitan, eins og vit skulu draga at okkum vinnuligt virksemi og kapital til Føroyar – og hvat er meiri nátúrligt enn at hesi ynskja at búseta seg í Havnini! Um vit skulu standa okkum á altjóða pallinum er tað ein treyt at hava ein sterkan og áhugaverdan høvuðsstað.
Tað frøddi meg fyrstu ferå, eg hoyrdi um visión 2015, tí tað var eitt frambrot innan føroyskan politikk, sum í alt ov stóran mun hevði verið ov stuttskygdur, har visiónirnar sjálvdan rukku longur enn eitt samgonguskeið. Í tí visiónsarbeiði, sum higartil er gjørt, er nógv frálíkt komið burturúr hjá teimum ymisku visiónsbólkunum um, hvussu vit skulu mynda okkara samfelag tey næstu árini fyri at røkka á mál. Men visión 2015 kann ongantíð røkkast, so leingi sum lokalpolitikkur spælir so stóran leiklut í føroyskum politikki. Onki kjak hevur verið í Løgtinginum og ei heldur nøkur politisk avgerð tikin, uttan at málsviðgerðin er vorðin ein vavstur av lokalpolitiskum áhugamálum. Málini, sum hava fingið politiska viðgerð, eru ikki at kenna aftur frá sínum uppruna líki. Avgerðirnar, niðurstøðurnar og loysnirnar eru vavdar upp í ein ellubita orsaka av, at hvør einstakur fólkavaldur hevur tryggja sær síni bygd og sítt valdømi umboðað á besta hátt í avgerðini – og man hevur loyvt hesi gongdini. Bygdarmenning og útjaðarapolitikkur er tann heilaga kúgvin í føroyskum politikki.
Kjakið um Havnina mótvegis bygdunum er álvarsliga kyknað í seinastuni í kjalarvørrinum á flytanini av Strandferðsluni út úr høvuðsstaðnum, og somuleiðis er við áheitanini frá teimum 13 tingfólkunum um at seta skjóttarbeiðandi nevnd, sum skal kanna hvørji almenn størv kunnu flytast úr Havnini. Ein tílík gongd at flyta allar almennar stovnar og størv út úr høvuðsstaðnum og harvið spjaða vitan, royndir og førleikar runt um allar Føroyar, stendur í beinleiðis andsøgn við visión 2015. Vit eiga at hyggja út um landoddarnar og ikki hugsa so nógv um nærmasta bygdarmark, sum núsitandi útjaðarasamgonga í alt ov stóran mun ger. Um vit skulu standa okkum á altjóða pallinum, er tað ein treyt at hava ein sterkan og spennandi høvðusstað, sum kann vera lokkandi fyri teir umleið 20.000 føroyingarnar , ið eru búsitandi í eitt nú Danmark, umframt onnur, sum á ein og ella annan hátt kunnu verða við til at styrkja og brynja okkara samfelag til framtíðar avbjóðingar.
Í einari kanning, sum bleiv gjørd í fjør gekk tað fram, at tað vóru millum annað 89 føroyskir læknar og 56 løgfrøðingar, sum vóru búsitandi í Danmark. Eg vænti neyvan, at vit fáa hesar føroyingar við teirra virðismiklu altjóða royndum og vitan at flyta heimaftur til Føroyar við at tøma høvðusstaðin fyri avbjóðandi arbeiðspláss og spjaða tey vælútbúnu og royndu starvsfólkini út um alt landið. Tað eru júst hesi somu fólk, sum hava ynski um eitt sterkt fakligt umhvørvið, alternativ tilboð innan frítíðarlív og mentan.
Tað sum hendir í løtuni eru panikkloysnir, nú tað stundar móti vali og politikkararnir skulu til at kjúkla um teirra valdømi.
Visiónin er at menna Havnina til vøkstur
Rákið í dag er, at fólk búseta seg í størri býum. Fólk ynskja at vera har, onnur fólk eru, har tey kunnu fáa fakligan íblástur í arbeiðinum, hava eitt sterkt fakligt umhvørvi umframt at hava eitt ríkt mentanarlív og nógv tilboð at velja ímillum í frítíðini. Tað er ikki longur nokk bert at hava eitt arbeiði og fáa mat í munnin. Í dag seta fólk onnur krøv, tí tað skal vera spennandi, mennandi og áhugavert at vera, har tey búseta seg. Tað er ein orsøk til, at fólk búseta seg í Havn, her er størsti møguleiki fyri at fáa eitt fakligt avbjóðandi starv, her er eitt ríkt mentanarlív, her er atmosfera og her er lív. Føroyingar, ið hava nomið sær útbúgving uttanlands leita sær aftur til Tórshavn, tí Tórshavn í størstan mun gevur teimum tað, tey eru von við frá teimum stórbýum, tey hava búleikast í í lestrartíðini. Søguliga hevur tað víst seg, at tá ið politikarar byrja at dirigera, hvar fólkið skal búgva, tá máar man støði undan sær sjálvum.
Vit eiga at seta okkum sum mál, at Tórshavn skal mennast, so høvuðsstaðurin hevur rúm fyri 50.000 fólkum at búgva í í 2015, og ikki sum nú, har man nærum mótarbeiðir, at fleiri skulu búgva í Tórshavn. Tað er ikki rætt at flyta fólk móti teirra vilja. Fólk vilja búgva í Havnini, og vit eiga tískil heldur at skapa góðar karmar fyri hesar íbúgvar.
Høvuðsstaðurin er lokomotivið hjá Føroyum í alheimsgerðini
Vit býráðspolitikarar eiga at tryggja okkum, at fleiri bústaðarmøguleikar eru til taks. Vit eiga at útstykkja grundstykkir og bjóða fram aðrar bústaðarmøguleikar til hesa fólkaøkingina. Vit eiga eisini at hugsa um at skapa nógv betri og øðrvísi karmar fyri barnaansning, so barnafamiljurnar kunnu gerast ein meiri fleksibul arbeiðsorka – bæði í vinnulívi og í politikki. Vit skulu skapa karmar fyri, at frítíðarlívið kann mennast – so frítðarlívið gerst áhugavert hjá tí privatu vinnuni at gera íløgur í. Vit eiga at skapa betri karmar fyri tænastu- og ferðavinnuna, so vit kunnu menna okkum sum ferðaland við góðum tilboðum til gagns fyri bæði ferðafólk og tey fastbúgvandi. Mentanarlívið skal áhaldandi stimbrast, betra um útbúgvingarmøguleikar, møguleikar fyri gransking og íverksetan, sum kann skapa áhugaverd arbeiðspláss. Býarlívið skal gerast ríkari, miðbýurin skal gerast fjálgur og hugnaligur, har fólk trívast og koma saman. Tórshavn, sum høvuðsstaður skal verða ráðstevnu-, granskingar- og íverksetanarbýur burturav, sum kann fáa fyritøkur uttanlands við vitan og kapitali at leita sær hendan vegin. Hetta síðsta krevur tó, at gistingarmøguleikarnir gerast betri.
Kanónin skal vendast. Vit skulu ikki hugsa so nógv um Tórshavn mótvegis bygdunum, men heldur Tórshavn mótvegis alheiminum, tað er hendan vegin vit skulu ganga, um vit skulu røkka visión 2015. Eitthvørt land, ið vil framburð má hava eitt lokomotiv, og tað er høvuðsstaðurin.