Tað almenna má stýra

Formaðurin í Javnaðarflokkinum tekur væl ímóti ætlanini hjá landsstýrinum at gera tað møguligt at byggja leiguíbúðir mvg-frítt. –Men hetta má ikki enda sum stuðul til privatu vinnuna, sigur Aksel V. Johannesen, sum tí vil hava almenna stýring og loft á húsaleiguna.

Lógaruppskotið, ið skal gera tað møguligt at byggja leiguíbúðir uttan at rinda meirvirðisgjald, er áveg í løgtingið. Uppskotið var á landsstýrisfundi mánadagin, og er nú sent samgonguflokkunum, áðrenn tað í næstum verður borið í tingið.

-Hetta er eitt sokallað konjunkturpolitiskt tiltak, sum skal seta virksemið ígongd í byggivinnuni beinanvegin, samstundis sum fleiri bústaðarpolitiskir trupulleikar verða loystir innan stutt áramál, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, við Portalin og Rás2 fríggjadagin, meðan løgfrøðingarnir løgdu seinastu hond á lógaruppskotið.

Støðan á bústaðarmarknaðinum hevur í longri tíð verið á breddanum politiskt, og fleiri hava eftirlýst einum meira fjølbroyttum bústaðarmarknaði. Við lógaruppskotinum ætlar landsstýrið at seta ferð á, soleiðis at fleiri fáa møguleikan at búgva til leigu, og tað fyri ein rímuligan penga.

Fjaldur stuðul

Formaðurin í Javnaðarflokkinum tekur sum útgangsstøði væl ímóti ætlanini.

-Jú, tað er eitt gott átak, um tað kemur leigarunum til góðar, sigur Aksel V. Johannesen, og vísir til tørvin á einum meira fjølbroyttum bústaðarmarknaði.

Men formaðurin í Javnaðarflokkinum sær tó fleiri veikleikar í lógaruppskotinum, soleiðis sum tað sær út ídag.

-Tað tykist ikki at vera nakað í lógaruppskotinum, ið bindir tey, ið sleppa at byggja leiguíbúðir mvg-frítt, til eisini at lækka húsaleiguna samsvarandi, sigur Aksel V. Johannesen. Tí kann átakið í ringasta føri gerast ein stuðul til vinnuna, heldur enn til leigararnar, heldur hann.

-Hetta má ikki enda sum ein reinur stuðul til byggiharrar, timburhandlar og aðrar í privatu vinnuni, sigur Aksel V. Johannesen.

Almenn stýring

Aksel V. Johannesen skjýtur tí upp at brúka Bústaðir, gamla Húsalánsgrunnin, sum eitt amboð fyri at tryggja, at lógarbroytingin nú eisini kemur leigarunum til góðar.

-Eitt nú kundi verið ásett í lógina, at fyri at kunna byggja mvg-frítt skal Bústaðir vera partur av verkætlanini. Tí gjøgnum Bústaðir kann tað almenna tryggja, at húsaleigan ikki verður hægri enn eitt vist, sigur Aksel V. Johannesen.

Lógaruppskotið varð viðgjørt á landsstýrisfundi mánadagin, og liggur nú úti hjá samgonguflokkunum, áðrenn tað verður lagt fyri løgtingið. Við Portalin fríggjadagin segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at eftir ætlan skal lógin vera í gildi í fimm ár.