Eirikur Lindenskov
Nú er uppsagnarpolitikkurin hjá tí almenna settur í gildi. Uppsagnarpolitikkurin er partur av almenna starvsfólkapolitikkinum, og er hann sendur stovnum og yrkisfeløgum.
Arbeitt verður framhaldandi við at orða ymisku partarnar av starvsfólkapolitikkinum. Uppsagnarpolitikkurin er fjórði partur, sum settur verður í verk, sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.
Hinir partarnir eru: Setanarpolitikkur, starvsfólkasamrøður og útbúgvingarpolitikkur.
Í næstum verða partarnir um Arbeiðsumhvørvispolitikk og um Starvsfólkaluttøku í sambandi við avgerandi broytingar á arbeiðsplássum, settur í verk.
Bólkurin, sum arbeiðir við at orða einstøku partarnar av starvsfólkapolitikkinum, arbeiðir í løtuni við at orða uppskot til m. a. eldrapolitikk og rúsevnispolitikk.
Givin út í pørtum
? Starvsfólkapolitikkur landsstýrsins setur karmar fyri tí høvuðspolitikki, sum er galdandi í almennu fyrisitingini, sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri.
? Starvsfólkaviðurskifti, sum eru ásett í lóg, sáttmála og reglugerð, eru ikki endurgivin í starvsfólkapolitikkinum, og ansast má tí eftir, at slíkar ásetingar eisini verða fylgdar, tá talan er um at fremja starvsfólkapolitikkin í verki, sigur hon.
Starvsfólkapolitikkurin verður givin út í pørtum og er hetta fyri at fyrisitingin skal fáa tíð til at seta partarnar í verk, so hvørt sum teir koma út.
? Á henda hátt fær einstaki stovnurin eisini høvi til at elva til kjak og fáa íblástur til at menna starvsfólkapolitikkin á staðnum, heldur løgmansstjórin
Starvsfólkapolitikkurin fer tí eisini at innihalda vegleiðingar og dømi um, hvussu nærri kann verða fyriskipað í sambandi við ávís viðurskifti. Ætlanin er at starvsfólkapolitikkurin sum amboð skal elva til, at nádd verða tey høvuðsmál, sum landsstýrið hevur boðað frá og tey mál, sum einstaki stovnurin setur sær, sigur Marjun Hanusardóttir.
Løgmaður hevur yvirskipaðu leiðsluna
? Almenni starvsfólkapolitikkurin skal tryggja tann týdning, sum mál, mið og menning hava fyri at skapa trivna, dygd og samstarv, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, ið sum Føroya Løgmaður er ovasti starvsfólkaleiðari í almennu fyrisitingini - og sum varðar av yvirskipaða starvsfólkapolitikki landsins.
Hann sigur, at almenni starvsfólkapolitikkurin fer at seta út í kortið leiðreglur fyri, hvussu farast skal fram í starvsfólkapolitiskum viðurskiftum innan almennu fyrisitingina.
? Dagliga ábyrgdin av starvsfólkunum og soleiðis eisini ábyrgdin fyri einum virknum starvsfólkapolitikki liggur hjá tí einstaka stjóranum, og tað verður tí hann, sum hevur ábyrgdina av, at felags starvsfólkapolitikkurin verður lagaður til serligu viðurskiftini á staðnum, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður vísir eisini á, at sum fyrisiting løgmans orðar Løgmannsskrivstovan starvsfólkapolitikkin í tøttum samstarvi við aðalstýrini og stovnar tess. Løgmansskrivstovan hevur umsjón við, at starvsfólkapolitikkurin verður settur í verk og fer eisini at vera til reiðar at geva ráð og vegleiðing um starvsfólkapolitisk viðurskifti.
? Tað er mín vón, at starvsfólkapolitikkurin verður væl móttikin og sum frá líður gerst ein natúrligur og støðugur liður í landsins fyrisiting, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.