Tað bar til

Tónleikarar og fyrireikarar fegnaðust eftir konsertina um, at tað hevði gingið sum eftir ánni

Tá ljósini í stóra salinum í Norðurlandahúsinum vórðu tendrað sunnudagin, fóru vælnøgdir tónleikarar av pallinum. Og fólkini, sum høvdu havt sín leiklut aðrastaðni enn á pallinum, vóru eisini fegin um úrsitið av stóra tiltakinum.

? Tað hevur staðið á, tí vit vistu í grundini ikki, hvat tað var, vit fóru í holt við, tá vit byrjaðu. Men nú aftaná eri eg vælnøgdur við úrslitið. Hetta kundi valla havt gingið betur, segði Steintór Rasmussen eftir framførslurnar.

- Vit høvdu allatíðina eina turkatrúgv upp á, at tað fór at bera til, og tað hevur verið ein fragd at verið til framførslunar, serliga tí vit upplivdu, av vit veruliga spældu fyri áhoyrarunum og ikki okkum sjálvum, fyrireikarum, pressuni ella hvat tað kundi verið.

Eftir fyrru konsertina takkaði stjórin í Norðurlandahúsinum Helga Hjørvar teimum ymsum luttakarunum í stóra projektinum, sum Fróði Vestergaard hevur samskipað fyri Norðurlandahúsið.

? Eg veit ikki, um eg hevði verið so positiv yvir fyri hugskotinum av fyrstan tíð, um eg tá visti, hvussu nógv hetta fór at krevja av teknikki og øðrum, men eg má siga, at øll, sum hava verið við í hesum stóra tiltakið, hava arbeitt heilhjartað, og tað hevur gjørt, at tað bar til, segði hon.

Rani Nolsøe helt, at konsertirnar vóru eitt dømi um, at føroyska samfelagið hevði broytt seg nógv, síðani Frændur og Føroya Symfoniorkestur fóru at spæla í 1983.

- Føroyingar hava verið ígjøgnum nógv seinastu 16 árini, og vit hava broytt okkum. Hetta er enn eitt dømi um, at føroysk mentan er vorðin meira eksperimenterandi, segði hann eftir konsertirnar.

Og útlendsku gestirnir í sambandi við tiltakið, søgdu seg hava fingið eitt sórt upplivilsi burtur úr ferðini.

Onkur teirra helt fyri, at hann hevði hug at skræða ein viku úr kalendaranum og verða verðandi í Føroyum