Í Sosialinum í gjár varð avdúkað, at Martin Kúrberg er Ársins Føroyingur 2019. Í blaðnum er long samrøða við Martin, sum seinastu nógvu árini hevur bjargað og hjálpt fólki á rætta kós aftur í sínum arbeiði sum leiðari á Herberginum, Frælsinum og sum ráðgevi hjá Bláa Krossi. Her kemur eitt brot úr samrøðuni í Sosialinum.
Tankarnir hjá Martini renna aftur til tíðina, tá hann var á hinari síðuni, har alt var vónleyst og svart fyri hansara eygum. Fyri 22 árum síðani sat hann nevniliga skitin og tvitin í miðbýnum, og hann átti illa nokk fyri eina øl. Gerandisdagurin í hansara ungu árum hevði nærum eittans endamál: at rúsa seg við rúsdrekka og rúsevnum.
– Tað var ein hørð tíð, tí eg hevði fulkomiliga givið upp. Eg visti væl, at tað ikki var rætt, at eg sat í miðbýnum, men tað var tað einasta, eg fann út av í teirru løtuni. Øll hildu eg var hopleysur, fortelur Martin Kúrberg.
Ein øgilig broyting
Men hann sá ljósið aftur og kom burtur úr tí, og í dag er Martin Kúrberg alt annað enn hopleysur - hann eigur lívið í fleiri fólkum og familjum, og er ein sonn gerandishetja.
– At eg nú eri komin her til, er ein øgilig broyting. Tað merkir bara, at tað ber til at venda tí ringa til nakað gott.
– Várharra eigur sín lut í hesum. Tað er hann, sum hevur formað meg, og tað er hann, sum brúkar meg. Tað kann vera, at Várharra hevur sent meg gjøgnum lívsins harða skúla fyri at forma meg til hetta arbeiðið, hugsar Martin.
– Eg havi eina góða konu, sum hevur verið mær ein ótrúliga stórur stuðul. Uttan hana eri eg lítið verdur. Familjan er tað viktigasta fyri meg, so mítt góða bakland eigur eisini stóran part í øllum, sigur hann.