Tað broyttist skjótt

Tað, sum vendi upp, vendir nú niður. Tað eru bara fáar vikur síðani, at klaksvíkingar vóru á oddasessinum í bestu fótbóltsdeildini. KÍ hevur einki stig fingið í skjáttuna seinastu trý umførini

Málið er fremst av øllum at varðveita sætið í deildini. Tað hava fólkini kring fótbóltsfelagið í Klaksvík víst á fleiri ferðir. Fótbóltslagið var framúr í Klaksvík fyri nøkrum vikum síðani. Tá var KÍ á oddasessinum í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Tað hevur ikki hilnast eins væl seinastu landskappingardystirnar.
Klaksvíkingar hava nú tapt tríggjar dystir upp í slag. Fótbóltsprátið í Klaksvík um, at liðið kanska fór at bjóða av í miðbólkinum á stigatalvuni, er sløknað. Nú verður fremst av øllum hugsað um upprunaliga málsetningin. At varðveita sætið í deildini.

Víkingur vann uppiborið
Hanus Jacobsen skeyt einasta málið í dystinum, tá Víkingur spældi við Djúpumýru í Klaksvík í gjár. Klaksvíkingar royndu at svara aftur í seinna hálvleiki. Heimaliðið legði eitt sjálvsagt trýst á gestirnar seinastu løtu, sum vildu verja leiðsluna. Víkingur var væl við leikliga og hevði møguleikar at økja um leiðsluna.
Tað var uppiborið, at Jógvan Martin Olsen og Víkingur fingu øll stigini við sær úr Klaksvík.

Skútan skal vendast
Avbjóðingin hjá Aleksandar Djordjevic, sum hevur evstu ábyrgd av liðnum hjá klaksvíkingsum, er sjálvsagt at venda skútuni. Tað kann vera ein møtumikil uppgáva, tí fleiri ungir spælarar eru í hópinum. Teir hava sjáldan áður roynt slíkan mótgang, umframt at teir hava ofta stór sveiggj í sínum avrikum. Nú skulu Gunnar á Steig, Kristoffur Jakobsen, Hjalgrím Elttør, Høgni Madsen og Nenad Stankovic taka ábyrgd. Tað eru spælarar, sum hava verið í slíkum støðum fleiri ferðir áður. At tapa tríggjar landskappingardystir upp í slag er eingin kreppa, tá tú er uppflytari, men KÍ vil sleppa undan botnstríðnum. Tí er neyðugt at skava nógv stig saman beinanvegin. KÍ vitjar í Gundadali næsta vikuskiftið. Tá skal HB royna at venda síni skútu.