Hans Andrias Sølevará hevur skrivað hesa grein, sum stóð í Sosialinum 11. mai í 2012:
Danmark og Noregi í politiskari orrustu
Í 1923 vóru politisku viðurskiftini millum Danmark og Noregi á veg inn í eina kreppu, sum hevði djúpar søguligar røtur. Tá Noreg loysti frá Svøríki í 1905, fóru norsk tjóðskaparfólk at vísa áhuga fyri norsku stórtíðini í miðøldini. Noreg hevði í miðøldini verið eitt sjálvstøðugt ríki, sum hevði lagt oyggjar í norðuratlantshavinum undir seg. M.a. vóru Grønland, Ísland og Føroyar komnar undir norskt ræði í 1200 talinum. Í 1380 fór Noreg saman við skattlondunum, Grønlandi, Íslandi og Føroyum, undir donsku krúnuna. Soleiðis var støðan til 1814, tá danska krúnan noyddist at lata Noreg frá sær til Svøríki, meðan skattlondini vóru verandi undir donskum ræði. Ísland fór egna leið aftaná 1850, meðan Føroyar og Grønland vóru verandi undir donskum ræði.
##med2##
Norsk tjóðskaparfólk, sum ikki hildu, at Noreg nakrantíð hevði latið tey gomlu skattlondini frá sær, kravdu í árunum aftaná 1905, at nýggjar sam- ráðingar vóru tiknar upp við danir um skattlondini. Danmark varð lagt undir at hava svikið Noregi í 1814. Hægstarættardómarin Albert Balcher skrivaði t.d. hóttandi í norska blaðnum Nationen 4. mai 1923, at »den bevægelse, som er rejst i Norge til gjenerhvervelse av de gamle skatlande mot vest« snúði seg um »Norges suverænitetskrav ... som man derfor ikke forhandler saa altfor længe om. Man fremsætter sine krav. Og blir ikke kravene imødekommet, følger et »derefter« der antagelig kommer raskere end 1905«. Tann 13. juni 1923 kravdi norski pro- fessarin í rættarvísindum, Gjelsvik, í norska blaðnum Den 17. maj, at Noregi skuldi krevja at fáa Grønland
frá Danmark, og í Føroyum skuldi Noreg krevja fólkaatkvøðu. Hann metti, at stórur meiriluti fór at vera í Føroyum fyri eini samanlegging við Noreg. Aðrir norskir tjóðskaparmenn hildu uppá, at ríkismyndugleikarnir í Keypmannahavn vanrøktu Føroyar.
Hetta stríðið fekk avleiðingar fyri politisku viðurskiftini í Føroyum.
Føroyskur politikkur kemur upp í málið
Sjónarmiðini hjá Gjelsvik fingu danskar miðlar at taka málið upp. Konserva- tiva danska blaðið Nationaltidende endurgav 13. juni 1923 sjónarmiðini hjá Gjelsvik. Blaðið hevði eisini fingið føroyska sambands- og fólka- tingsmannin Oliver Effersøe at gera viðmerkingar til sjónarmiðini.
Effersøe vildi sambært samrøðuni vera við, at eingi prógv vóru fyri, at føroyingar vóru norskir. Hann helt uppá, at nógv reint danskt blóð var í føroyska fólkinum. Hann staðfesti eisini, at einki ynski var í Føroyum um at koma undir norskt vald, og at eingin undirtøka hevði verið fyri tí, um ein fólkaatkvøða var um spurningin í Føroyum. Føroyingar høvdu samtykt, at oyggjarnar skuldu vera undir donskum valdi, og teir høvdu eingi ynski um, at hetta skuldi broytast.
Jóannes Patursson var í Noregi um hetta mundið. Hann búði m.a. hjá norska tjóðskaparmanninum Johan Kastberg, og ferðast millum norsk tjóðskaparfólk, sum ikki høvdu nógv gott at bera Danmark. Tá Jóannes Patursson frætti um úttalilsini hjá Effersøe spann øði í hann. Hann skriv- aði eitt svar til Effersøe, sum hann 27. juni almannakunngjørdi gjøgnum norska fjarritafelagið. Har helt hann uppá, at føroyingar vóru norðmenn,
og at danskir myndugleikar høvdu vanrøkt Føroyar. T.d. vildu teir ikki taka til eftirtektar, at løgtingið f leiri ferðir hevði samtykt, at undirvísingarmálið í Føroyum skal vera føroyskt – ikki danskt. Teir vildu enntá ikki taka einmæltu samtyktir løgtingsins til eftirtektar. At enda slerdi hann fast, at tá Effersøe segði, at føroyingar einki ynski høvdu um at fara undir norskt vald, so kundi tað bara skiljast soleiðis, at føroyingar ikki vildu geva seg undir norskt vald undir teimum somu harð- rendu treytum, sum teir høvdu verið undir donskum valdi. Í samrøðum við norsk bløð varð Patursson, t.d. í yvir- skrift í norska Dagbladet 29. juni 1923, m.a. endurgivin fyri at hava sagt, at »Færøyene bør gi sig inn under den norske krone«
Hetta var krás í oyrunum hjá víð- gongdum norskum tjóðskaparfólkum, men Oliver Effersøe helt, at nú var Jóannes Patursson farin út um alt mark. Og tað helt danska stjórnin helst eisini.
##med3##
Danskur politikkur kemur upp í málið
Danska stjórnin hjá Neergaard, sum kom til valdið í 1920, hevði ikki góð viðurskifti við føroysku sjálvstýris- rørsluna. Sjálvstýrisrørslan misti álitið á stjórnini longu í 1920, tá Neergaard setti ein fyrrverandi amtmann í Før- oyum, Svenning Rytter, í starv sum løgmálaráðharra. Rytter hevði sum amtmaður í Føroyum frá 1911 til 1918 ongantíð fjalt, at hann stuðlaði Sambandsf lokkinum á løgtingi. Sum amtmaður var hann formaður í løg- tinginum, har hann vanliga atkvøddi saman við Sambandsf lokkinum. Viður- skiftini millum Rytter og Patursson, sum amtmaðurin ikki hevði nakað álit á, vóru vánalig. Rytter legði frá sær sum amtmaður í 1918, tí at hann ikki metti donsku stjórnina hjá Zahle stuðla sær nóg nógv mótvegis Sjálv- stýrisf lokkinum. Hann klamsaði við hurðini, tá hann fór, men Neergaard gav honum løn fyri drúgva tænastu og tilnevndi hann løgmálaráðharra. Tað var so lagnunnar speisemi, at løgmálaráðharrin hevði ábyrgdina av føroyskum viðurskiftum. Nú fekk hann møguleika fyri politiskt at hjálpa Sambandsf lokkinum móti Sjálvstýris- f lokkinum.
Tað fekk hann eisini høvi til. Tann 28. juni 1923 fanst Effersøe í National- tidende at orðunum hjá Paturssyni í Noregi. Effersøe segði við blaðið, at: »Tiden er maaske nok inde nu, da man
maa anmode Selvstyrepartiet om at tage en klar stilling, saa det kan fastslaas, at denne agitation ingen bund har i den færøske befolkning«.
Hendan sama dagin sat danska stjórnin á ráðharrafundi. Til viðgerðar vóru úttalilsini hjá Jóannesi Paturssyni í Noregi dagin fyri. Á fundinum varð avgjørt, at løgmálaráðharrin fyribils skuldi venda sær til Effersøe við mál- inum. Tann 6. juli greiddi Rytter á øðrum ráðharrafundi frá samrøðuni við Effersøe. Teir vóru báðir samdir um, at danska stjórnin ikki átti at venda sær beinleiðis til Jóannes Patursson við málinum, – tað hevði neyvan heldur verið politiskt klókt.
Tað er lítið at ivast í, at fleiri orð hava verið skift millum Effersøe og Rytter enn tey fáu, sum standa í ráð- harraprotokollini. Tá málið yvirhøvur varð reist á ráðharrafundi, enntá tvær ferðir, so er tað tekin um, at stjórnin tók úttalilsini hjá Paturssyni í stórum álvara. Gongdin aftaná kundi eisini bent á, at Rytter og Effersøe løgdu eina politiska ætlan, sum samsvaraði við úttalilsini hjá Effersø í Nationaltidende 28. juni 1923: Sjálvstýrisf lokkurin skuldi noyðast til at taka støðu til úttalilsini hjá Paturssyni. Tað var í øllum førum ætlanin, tá Effersøe reisti málið á løg- tingið 31. juli 1923.
Á tingi sótu 10 sambandsmenn, 10 sjálvstýrismenn, Jákup Dahl próstur, sum var sjálvstýrismaður, og amtmað- urin Elias Olrik, ið var dani og hevði tað avgerandi atkvøðuna, um tað stóð á jøvnum.
##med4##
Ósemja í Løgtinginum
Sjálvstýrismenninir vóru týðiliga illa við av málinum, tá tað varð reist á løgtingi. Tað sást greitt av kjakinum, at ikki allir sjálvstýristingmenn vóru so fegnir um úttalilsini hjá Paturssyni. Men tað eydnaðist teimum tó at standa saman um eitt uppskot, sum mælti løgtinginum frá at gera meira við spurningin um eina sameining við Noregi, sum hvørki f lokkarnir ella Føroya fólk høvdu kraft, meðan hildið varð fast um, at Føroyar høvdu verið illa stýrdar undir donskum valdi. Hetta uppskotið fall, tí uppskot Sam- bandsf loksins, har frástøða bæði varð tikin frá tankanum um eina møguliga sameining av Føroyum við Noregi og skuldsetingunum hjá Paturssyni um, at Føroyar vóru vanstýrdar av Danmark, varð samtykt. Allir tingmenn Sjálv- stýrisfloksins atkvøddu blankt.
Sambært grein í Tingakrossi 29. august 1923 við heitinum »Noregs- gølan. Eitt óeydniskvett«, høvdu sjálvstýrisfólk illgruna um, at ætlanin hjá Effersøe við at reisa málið á tingi var, at »hinir sjálvstýrismenninir – kanska eini tveir tríggir undantiknir ... skuldu standa fram og forsaka Jóanes Patursson og allar hansara gerningar«. Sjálvstýrisfólk tykjast kortini ikki hava havt nakran illgruna um, at Effersøe í loyndum hevði ráðført seg við Rytter, áðrenn hann legði málið fyri tingið.
Høvdu teir lurta neyvari eftir Andras Samuelsen, ein av stovnarum Sam- bandsf loksins, í løgtinginum í 1923, so høvdu teir kanska fingið illgruna um, at talan var ikki einans um eitt politiskt mál í Føroyum. Tann 13. august segði hann í løgtinginum, at málið var »at viðtaka eina erklering her, sum skapar klárheit her í Føroyum, í Danmark og í Noreg«. Hetta var eisini eitt danskt ríkismál.
Danska stjórnin tekur støðu
Tað vardi neyvan sjálvstýrismenn, at samtyktin á løgtingi 14. september 1923 ikki var endaliga avgerðin. Í oktober 1923 varð málið reist á fólkatingi, har eisini hin føroyski ríkisdagsmaðurin Andras Samuelsen tók orðið. Andras segði seg »beklage, at Selvstyrepartiets Stilling i Lagtinget har været tvetydig i denne Sag« og at »Selvstyrepartiet i Lagtinget stadig beholder bemeldte Hr. Patursson som Formand«. Her tykist tað vera klárt, at ætlanin við at reisa málið á løgtingi var at fella Jóannes Patursson – nú skuldi danska stjórnin eisini fáa høvi til taka støðu til Noregsmálið. Samuelsen heitti beinleiðis á stjórnina um at taka støðu í málinum, soleiðis at tær kreftir, ið stuðlaðu ríkisfelags- skapinum, kundu kenna seg at hava stuðul frá ríkismyndugleikunum í Keypmannahavn.
Dagin eftir samtykti ríkisdagurin eina yvirlýsing frá stjórnini, har lagt varð upp til, at ríkismyndugleikarnir skuldu stuðlað teimum kreftum í før- oyskum politikki, sum arbeiddu fyri, at grundlógin og danska ríkismálið skuldi vera felags fyri alt ríkið. Tað er áhugavert, at áðrenn yvirlýsingin varð løgd fram í ríkisdegnum hevði Nergaard tosað við Effersøe um orð- ingina. Øll gongdin í málinum, frá tí, at Jóannes Patursson 27. juni kom við skuldsetingunum móti donskum valdi í Føroyum, til 26. oktober, tá yvirlýsingin varð samtykt í ríkisdegnum, hevði verið merkt av, at Effersøe hevði havt tætt samstarv við Rytter og stjórnina um málið. Tað er lætt at fáa tann tanka, at politisku kúlurnar vóru stoyptar í Keypmannahavn, meðan Effersø bara var amboðið í Føroyum.
Kvettroynd gav baksláttur
Tað eydnaðist ikki at fella Jóannes Patursson, men tað eydnaðist hinvegin Sambandsf lokkinum at fáa eina danska stjórn til beinleiðis at taka støðu fyri øðrum partinum í politiska stríðnum í Føroyum. Tað hevði við sær, at politiska stríðið í Føroyum gjørdist harðrendari enn tað hevði verið. Sjálvstýrisfólk kendi seg eisini beinleiðis svikin av donskum myndugleikum, sum tey aloftast høvdu samstarva væl við. Í fyrstu stevnu- skránni hjá Sjálvstýrisf lokkinum frá 1909 stóð, at flokkurin ynskti so stórt sjálvstýri í Føroyum, sum fáast kundi »i god Forstaaelse med Regering og Rigsdag«.
Noregsmálið hevði við sær, at Sjálv- stýrisf lokkurin strikaði hesi orð úr stevnuskránni. Stjórnin hevði umvegis føroysku ríkisdagsumboðanina latið seg freista til at taka støðu til føroyskan politikk – til stóran skaða fyri samskiftið millum báðar partar. Sjálvstýrisf lokkurin hevði endaliga mist álitið á dønum. Jóannes Patursson, sum síðan 1902 hevði verið lagdur undir at vera loysingarmaður, var nú av álvara vorðin loysingarmaður.
Formaður Sjálvstýrisfloksins var enn Jóannes – nú í einum víðgongdari flokki.