Kalli Mohr, mamma Esmar, Skótin í Bø, fornermaða stjórafrúan, Melvin Stardust, vinmaður Símun Tindfjall, Guðrun hjá Esmar, arbeiðarin í pylsuvogninum, Torgrímur, danski ferðamaðurin, Karl Jáge á Kósini? Ja, listin er langur, og vit kenna hann øll. Maðurin, sum við stuttliga, geniala og til tíðir flata skemti sínum seinasta áratíggju hevur sjarmerað seg inn í hjørtu føroyinga sum onnur helvtin av duoini Pipar&Salt og Flatt av Flatlondum, umframt at hann eisini hevur verið virkin í kabarettframførslum.
Maðurin er sjálvsagt Jákup Veyhe, sum saman við Sjúrða Skaale veruliga staðfesti sín kultstatus í summar, tá Pipar&Salt aftur var á palli fyri fyrstu ferð í seks ár. Allar framførslurnar vórðu útseldar bæði á bygd og í Norðurlandahúsinum og Høllini á Nabb í Havn. Men hvør er Jákup Veyhe, og hvat býr handan undirhaldandi klovnin, sum fær okkum at flenna, so skjótt hann kemur til sjóndar á palli ella sjónvarpsskíggja?
Fyrstu sjónvarpssendingarnar í 1992
- Tað heila byrjaði seinast í 80´unum og fyrst í 90´unum. Vit spældu nógvar kabarettir og vóru ikki ókendir í sjangruni. Í 1992 fingu vit áheitan frá Árna Gregersen og Hans Peturi Hansen um at framleiða sjónvarpsskemt. Sendingin kom so at eita Flatt av Flatlondum, tí alt varð tikið upp í Danmark, eru afturlítandi orðini hjá Jákupi Veyhe. Saman við øðrum leikarum fóru hann og Sjúrður Skaale tá undir sínar fyrstu sjónvarpssendingar.
- Hetta var heilt nýtt fyri okkum, og vit máttu líkasum royna okkum fram uttan at vita, hvat vit megnaðu og ikki, og reaktiónirnar í Føroyum vóru eisini ymiskar. Summi dámdu tað, og summi dámdu tað ikki, og tað tyktist at vera nakað undarligt skemt fyri fleiri, sigur Jákup Veyhe. Hann vísir á, at teir lærdu sera nógv hesa tíðina, serliga av Hans Peturi Hansen, sum filmaði og var ein hollur stuðul í gongdini.
Í 1993 varð hildið fram at spæla kabarett, og í hesum ári sóu tær í dag legendarisku Pipar&Salt sendingarnar dagsins ljós.
- Í august 1993 gjørdu vit tríggjar Pipar&Salt sendingar. Hans Petur Hansen filmaði, meðan Per Zachariassen redigeraði. Vit skuldu so finna eitt navn til sendingarnar, og orsakað av eini ramsu, sum Sjúrður plagdi at brúka, skeyt Per Zachariassen upp, at tær skuldu eita Pipar&Salt, so orsøkin til navnið var eitt meiri ella minni tilvildarligt uppskot, minnist Jákup Veyhe aftur.
Herman Jacobsen ein fyrimynd
Spurdur, um tað er fallið Jákupi Veyhe náttúrligt at gerast virkin í undirhaldsgreinini, fær skemtarin eitt heldur álvarsamt og ivasamt andlitsbrá.
-Sosiala umhvørvið hevur havt ein týðandi leiklut í gongdini, tí umstøðurnar kring meg hava lagt upp til, at eg skuldi gerast virkin í sjónleiki og undirhaldi, vísir Jákup á.
Hann sigur, at í ungdómi sínum sá hann sera nógv upp til Herman Jacobsen, sála, sum var sera virkin og nógv frammi, og gjøgnum foreldrini var samband hansara við Herman Jacobsen ein møgulig orsøk til, at Jákup fór at spæla og undirhalda.
- Men hóast umhvørvið hevur havt ein leiklut, hevur hetta verið nakað, eg á ein ella annan hátt havi viljað og valt, leggur Jákup Veyhe hugsunarsamur afturat.
Venda tingini á høvdið
Pipar&Salt er á mangan hátt samfelagsrevsandi skemt, har ymsar typur og bólkar eru at kenna aftur á ein heldur speiskan hátt. Spurdur, hvar íblástur og hugskot teirra koma frá, vísir Jákup fyrst og fremst á eina ávís a dygd.
- Kunsturin er at eygleiða, hvat hendir kring ein og í samfelagnum, og í framleiðingini av skemti okkara merkir tað m.a. nógv fyri meg at vera saman við Sjúrða Skaale. Saman styðja og bjóða vit hvørjum øðrum av, sigur Jákup Veyhe um samstarvsfelaga sín. Hann vísir víðari á, at skemt teirra ikki beinleiðis er samfelagsrevsandi, men heldur er ætlanin at venda tingini á høvdið og vísa viðurskiftini frá einum øðrvísi sjónarhorni.
Spurdur, um tað er lætt at gera skemt í Føroyum, og um føroyska samfelagið í ein mun er eitt sjálvtøkuborð at taka av, sigur Jákup, at tað í øllum førum ikki trýtur við tilfari.
- Óendaliga nógvir bólkar og typur eru at taka av, og í prinsippinum ber til at nýta ein og hvønn í satiru og parodi. Líkamikið hvat vit hava gjørt í Pipar&Salt, hava vit altíð hoyrt minst 10 uppskot um, hvønn og hvat talan var um, sigur Jákup Veyhe.
Hann vísir á, at í sjónvarpsskemti er talan ongantíð um ein ávísan persón, men heldur um skemt, sum umboðar bólkar, typur og rák í samfelagnum.
Hetta kann tykjast mótsigandi fyri mong, tá talan í Pipar&Salt framførslunum í summar júst var um ítøkiligar persónar í fleiri brotum, sum enntá vórðu nevndir við navni.
- Jú, í framførslunum í juli var talan um ávísar einstaklingar, men tað er ein grundleggjandi munur á kabarett á palli og sjónvarpstilfari. Í sjónvarpi kann ein lata skemtið sodna, hugsa um tað og hyggja aftur, meðan ein í live framførslum skal fáa áskoðaran at reagera beinleiðis og skilja skemtið í somu løtu, og tískil gerst tað meiri ítøkiligt og ávíst, sigur Jákup Veyhe.
Syrgilig raðfesting í SVF
Á henda hátt er stórur munur á live skemti á palli til sjónvarpað skemt, og júst hetta seinna saknar Jákup Veyhe í føroyskum høpi.
- Tá tað kemur til sjónvarpsskemt, er Pipar&Salt sera einsamalt av tí orsøk, at Sjónvarp Føroya ikki hevur raðfest hetta høgt og ikki latið onnur sleppa framat. Tað er einki minni enn syrgiligt, at evnaríkir sjónleikarar ikki sleppa framat, serliga ungdómur, sum altíð hevur okkurt nýtt at borðreiða við, slær Jákup Veyhe fast.
- Í løtuni er einki annað sjónvarpsskemt í Føroyum enn Pipar&Salt, og tað er bæði synd og skomm, sigur hann avgjørdur og bersøgin.
Jákup Veyhe sigur í hesum sambandi eisini, at tað at gerast ov gamal og fáa sínar føstu áskoðarar er ein vandamikil grøv at detta í sum undirhaldari. Linie 3 í Danmark er eitt gott dømi, sum hevur fingið sína føstu áskoðarafjøld, og heldur eftirlýsir Jákup, at yngri og nýggjari kreftir fáa møguleikan.
-Persónliga haldi eg, at ungdómurin í stóran mun hevur stuttligari skemt at borðreiða við, ofta tí tað er langt úti, men tað er sjálvsagt bert mín persónliga áskoðan, sigur Jákup flennandi.
Kollveltandi Esmar
Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale fingu veruliga staðfest sín popularitet í summar, men spurdur, um teir av fyrstan tíð nakrantíð høvdu ætlað ella væntað at koma so langt, er Jákup avgjørdur.
- Vit hugsaðu als ikki um nakað slíkt, og vit høvdu ongar ætlanir um nakað. Fyrstu ferð, vit veruliga upplivdu at vera almennir og meira ella minni kendir persónar, var í 1996, tá Esmar Eysturoy trein fram á føroyska pallin, serliga við lagnum "Hann hevur tað strævið". Hann leggur afturat, at Sjúrður av hesum ikki fekk frið fyri fólki, og at hann sjálvur eisini merkti nakað til popularitetin.
- Í 1996 framførdu vit eisini í Norðurlandahúsinum, so um tað mundi var virki okkara hampiliga alment, sigur Jákup.
Hann vísir tó á, at hann í gerandisdegnum ikki merkir nakað til, at hann er eitt kent andlit.
- Fólk ringja sjálvsagt um undirhald, og á tann hátt standa nakrar dyr á hesum øki opnar, men tað er ikki øðrvísi, enn tá fólk ringja til ein málara, tí eini hús skulu málast. Eg fái fyrispurningar orsakað av mínum skemti, men eg merki ikki nógv til, at eg eri kendur, sigur ein av gitnastu sjónleikarum okkara lítillátin.
Jákup Veyhe fær eisini spurningin, um hann skilir gravgangin eftir atgongumerkjum, sum áskoðarar og fjepparar í summar sýndu.
- Eg haldi, at tað aftur skyldast, at tað stutt sagt ikki er nakar annar møguleiki í Føroyum. Vit eru teir einastu, og tá gerast fólk eisini minni atfinningarsom. Eg hoyri meiri enn so, at fólk siga ymiskt við meg frá Pipar&Salt, sum eg als ikki minnist sjálvur, og tá er ov lítið úrval og okkurt galið, slær Jákup Veyhe fast.
Lítli skemtarin vísir á, at sum heild skuldi ikki bert skemt, men øll sjangran við fiktión, fingið betri sømdir í sjónvarpinum, hóast tað er dýrt, tí tað hevur jú ein størri hyggjaraskara enn nógv av tí tilfari, vit daglia síggja.
Fíggjarligur vinningur í dag
Gjøgnum øll 90´ini hevur talan ongantíð verið um pening sum drívmegina handan Pipar&Salt.
- Fíggjarligi vinningurin er ikki komin inn í myndina fyrrenn nú. Fyrireikingar- og framleiðslutíðin fyrr var so long, at tað als ikki loysti seg peningaliga í mun til innsats, men við tøknifrøðiliga framburðinum og digitalum sjónvarpsamboðum loysir tað seg fíggjarliga at framleiða sjónvarpsskemt í dag, sigur Jákup Veyhe.
Framførðslurnar í summar og tær sjónvarpslýsingar, teir hava gjørt, hava sambært Jákupi givið nakað av peningi í lumman.
- Ein stór broyting er farin fram á hesum øki. Í 1997 framleiddu vit t.d. seks sendingar, og við bíðitíð og redigering nýttu vit eitt ár um hetta, og tá lønti tað seg als ikki, tí tað var sera dýrt og møðsamt, men í dag sær øðrvísi út, slær Jákup Veyhe fast.
Beauty is in the eye of the beholder
Sum Jákup Veyhe sjálvur hevur víst á, eru ógvuliga nógvir hættir at tulka og skilja skemtið í Pipar&Salt. Summi vilja vera við, at talan er um samfelagsrevsandi, speiska, satiriska parodi, meðan onnur taka tað lættari og ikki leggja meiri í ymsu skettjurnar enn bara flatt skemt. Jákup Veyhe hevur tó eina avgjørdu áskoðan, tá tað kemur til tulking av skemti teirra.
- Tað er upp til hvønn einstakan at meta um okkara skemt og skemt sum heild. Ein setningur sigur, at "beauty is in the eye of the beholder", og júst henda meginreglan er eisini galdandi fyri skemt, tí tað er ikki nakað eintýtt og dikterað, men upp til hvønn einstakan at uppliva og meta um, sigur Jákup Veyhe. Eftir at hava prátað aftur og fram um skemt sum sjangru, sigur Jákup Veyhe tó, at hann helst vil lata vera at práta um og lýsa skemt, tí tað er júst tá, at tað ikki verður stuttligt og harvið oyðilegst.
- Skemt er bert nakað, sum skal upplivast, og tískil er ikki gott at práta ov nógv um tað, sigur hann avgjørdur.
Livir í egnari skipan
Um Jákup Veyhe skal lýsa seg sjálvan í gerandisdegnum, er hann eins og áður lítillátin uttan at gera tað stóra burturúr.
- Eg havi tað við at vera ov rótutur og altíð í seinastu løtu, sum als ikki er nakar góður eginleiki. Eisini livi eg í ov stóran mun í eini skipan, sum bert eg kann finna útav, og tað kann gerast frustrerandi fyri medmenniskju míni, staðfestir Jákup Veyhe.
Sum livibreyð hevur hann eina lýsingarfyritøku, og umframt at syngja í kvartett stendur áhugin til film og tónleik, hóast hann leggur afturat, at hann ikki er so dugnaligur tónleikari.
Pipar&Salt manningin hevur framleitt nakað av tónleiki, og tað er ikki frítt, at fleiri løg teirra eru sera væl dámd og nærmast vorðnar landaplágur, men hesum viðvíkjandi er Jákup, sum syngur í fleiri av løgunum, fáorðaður.
- Nei altso, tað sindrið, sum eg dugi á teoretiskum støði, er altíð stuttligt at fáast við, men tað er ógvuliga avmarkað, og eg havi bert gjørt tað lættara arbeiðið í tónleikaútgávum okkara, sigur Jákup við báðum beinunum óvikandi á jørðini, áðrenn eg fái møguleikan at kalla hann eitt multitalent...
Heimsspekin hugtekur
Tá roynt verður at koma nærri persóninum Jákup Veyhe at vita, hvat býr handan stuttliga entertainaran úr Pipar&Salt, sigur Jákup, at hann er sum fólk flest. Hann umboðar onga beinleiðis áskoðan á politiska ella átrúnaðarliga økinum.
Hann hevur tó lisið heimsspeki í eitt ár, og er hann enn innskrivaður á pappírinum sum næmingur í heimsspeki í Danmark.
- Tað, sum hugtekur meg við filosofiini, er ikki tað høgt flúgvandi, men heldur tað ítøkiliga. Sum útlærdur heimsspekingur hevur tú nøkur hent amboð at kategoriserað og strukturera hugsanir og trupulleikar. Á henda hátt hevur tú nøkur góð amboð í gerandisdegnum, sigur ein hugsunarsamur Jákup Veyhe, sum hesa løtuna tykist hava skift stuttliga og undirhaldandi hamin við tann heldur djúpara og álvarsama.
- Summi siga, at heimsspekin avmarkar ein, tí ein er noyddur at læna og nýta hugsanir hjá øðrum, men har eri eg grundleggjandi ósamdur, sigur Jákup Veyhe.
Tvílyntur og rótutur nihilistur
Álvarsami skemtarin vísir víðari á, at samstarvsfelagin Sjúrður Skaale mangan plagar at kalla hann nihilist (orðið "nihil" merkir "einki"). Spurdur, um tað er ein beinrakin lýsing av honum, noyðist Jákup Veyhe at viðganga nakað av hesum.
- Tað er møguliga eitt vet av sannleika í lýsingini av mær sum nihilisti, tí tað einasta, eg veit, er, at eg einki veit, og eg megni ikki at hava eina meining, uttan eisini at hava øvugtu meiningina samstundis, avdúkar Jákup Veyhe um seg sjálvan og gevir okkum samstundis eina ábending um, hvat goymir seg handan stuttligu fasaduna hjá komiska sjarmitrøllinum. Hann leggur mær tó eina við ikki at skriva ov nógv um tey filosofisku viðurskiftini, tí tað er sambært honum avmarkað, hvat hann hevur lisið.
- Og so havi eg forrestin eisini ein hund, sum eitur James, leggur Jákup Veyhe skundisliga og skemtandi afturat fyri at taka broddin av álvarseminum, áðrenn lívsins gátur og loyndarmál fáa valdið okkum og fylla rúmið... Maðurin er jú ikki skemtari for nothing!
Fakta um Jákup Veyhe:
Føddur 6. mai 1970
Hevur gentu og tvey børn
Arbeiðir sum eigari á lýsingarvirkið
Hevur ein hund, sum eitur James :)
Útvald sitat:
- Tað, sum hugtekur meg við heimsspekini, er ikki tað høgt flúgvandi, men heldur tað reint konkreta. Sum útlærdur heimsspekingur hevur tú nøkur hent amboð at kategoriserað og strukturera hugsanir og trupulleikar
- Tað er upp til hvønn einstakan at meta um okkara skemt og skemt sum heild. Ein setningur sigur, at "beauty is in the eye of the beholder", og júst henda meginreglan er eisini galdandi fyri skemt, tí tað er ikki nakað eintýtt og dikterað, men upp til hvønn einstakan at uppliva og meta um
- Tá tað kemur til sjónvarpsskemt, er Pipar&Salt sera einsamalt av tí orsøk, at Sjónvarp Føroya ikki hevur raðfest hetta høgt og ikki latið onnur sleppa framat. Tað er einki minni enn syrgiligt, at evnaríkir sjónleikarar ikki sleppa framat, serliga ungdómur, sum altíð hevur okkurt nýtt at borðreiða við