Tað var Sigvar Hansen í Kollafirði, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum. Men, tað tók sína tíð, áðrenn hjólið vildi í gongd, og hetta gjørdist eisini ein ávís teknisk avbjóðing.
Høvuðsvinningurin var á 900.000 krónur og Sigvar Hansen, sum hevði møguleikan at deila upphæddina, valdi at koyra alla upphæddina í gula leypin. Tá so er, er vanligt, at allir møguleikar verða royndir.
Og soleiðis var eisini í gekka-spælinum í kvøld. Sigvar Hansen gjørdi tað, sum lá í hasara makt. Hann brúkti allar tríggjar møguleikarnar, men hetta var tíverri ikki nóg mikið í kvøld.
Í fyrstu royndini steðgaði gekka-hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið honum 50.000 krónur. Í aðru royndini steðgaði hjólið á 12.500 krónum, sum faldað við trý hevði givið honum 37.500 krónur.
- Vit taka seinasta møguleikan eisini, segði Sigvar Hansen og sendi hjólið avstað aftur, hesaferð við rættiliga nógvari ferð og nógvum snúningum.
Men, hepni var ikki við honum í kvøld. Í triðju royndini steðgaði hjólið aftur á 12.500 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá honum í kvøld. Men, Sigvar Hansen vísti onga ónøgd. - Tað er altíð nakað, segði hann og takkaði fyri vinningin.