Tað er dýrt at sova ov leingi

Fótbóltur: U?18 landsliðið var aftanfyri 3?0, tá bara tólv minuttir vóru farnir móti Ungarn, og so var tað torført at koma afturíaftur

Vegna teknsikt brek lá hendan greinin eftir í gjár


Tað hevur verið endurtikið og endurtikið, og tað tykist sum um, at tað framvegis er neyðugt at endurtaka, at tá føroyingar spæla fótbóltslandsdyst móti so at siga øllum øðrum fótbóltstjóðum, so skulu hugsanirnar og viljin hjá føroyingunum alla tíðina vera meiri enn eitt hundrað prosent vendir ímóti ovur stóru uppgávunum. Eru teir ikki tað, so syrgja útlendingarnir eirindarleyst fyri at sekta føroyingarnar. Hetta eru dømini ikki so fá um, og seinnapartin mikudagin var hetta enn eina ferð staðfest.

Mótstøðuliðið hjá U?18 dreingjunum í EM undankappingini í Finnlandi var Ungarn, og tá tólv minuttir vóru farnir, var Ungarn á odda 3?0, og føroyska liðið hevði í óvanliga nógva regninum veldugar trupulleikar í verjupartinum.

Vandin fyri stórtapið lúrdi, og tað hevði við sær, at føroyski venjarin, Jógvan Martin Olsen, valdi at umskipa liðið. Súni Olsen varð fluttur úr álopinum og í miðverjuna, og Tór?Ingar Akselsen varð fluttur úr miðverjuni og í álopið.

So við og við komu føroyingarnir meiri við í spælið, Hjalgrím Elttør megnaði fleiri ferðir á miðvøllinum at sneiða mótstøðumenn av sær og skapa onkran málmøguleikan bæði til sín sjálvan og Pætur Dahl, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Men eftir 33 minuttir eydnaðist tað. Fleiri tóku lut í uppspælinum, og skotinum hjá Ken Nónklett uttanvert brotsteigin eitt sindur til vinstru fyri málið bilti einki. Bólturin sat dygst undir samankomingini.


Betri við

Í síðstu løtuni undan steðginum lorkaði føroyska verjan eitt mál ígjøgnum afturat. Í ikki serliga kroystari støðu, har tríggir føroyiskir spælarar tóktust hava tak á, kom ein mótstøðumaður ímillum, tá roynt varð at spæla aftur til Karstin Joensen í føroyska málinum, og so var 4?1.

Jógvan Martin Olsen heldur, at ungverska liðið var sera væl fyri. Teir arbeiddu nógv, fluttu seg væl, vóru kropsliga sterkir og høvdu gott spælskil, og sambært teirra venjara, so høvdu teir havt fleiri upplagdar møguleikar móti Finnlandi, enn vertirnir, sum vunnu tann dystin 3?2, høvdu havt.

2. hálvleik móti ungverjunum luttóku føroysku spælararnir væl meiri í spælinum, sjálvt um mótstøðumenninir øktu til 5?1, tá seinna umfarið bara var fimm minuttir gamalt. Ein av teirra monnum var fyrstur á flata innlegginum úr høgru.

Tíggju minuttir út í seinna umfarið pyntaði Tór?Ingar Akselsen um úrslitið. Hjalgrím Elttør sneiddi tveir av sær, legði diagonalt úr vinstru, og SÍF maðurin gjørdist púra leysur.

Føroyska liðið sá soleiðis út ímóti Ungarn: Karstin Joensen, KÍ ? Áki Mørk, B36, Atli Gregersen, Randers Freja (Vagnur Mohr Mortensen, HB, 46.), Tór?Ingar Akselsen, SÍF, Jack Johansen, MB (Janus Joensen, HB, 70.) ? Klæmint Matras, B36 (Bergur Djurhuus, NSÍ, 75.), Hjalgrím Elttør, KÍ, Brynjolvur Nielsen, NSÍ, Ken Nónklett, NSÍ ? Pætur Dahl, HB, Súni Olsen, GÍ.

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn sótu Pól Næs Joensen, B36, John Thomsen, ÍF, Niels Joensen, B36 og Rúni Rasmussen, NSÍ. Føroyingarnir fingu eitt kort, og tað var Atli Gregersen, sum eftir 43 minuttir, fekk ostaflísina millum eyguni.


Vertirnir í dag

Klokkan tvey í dag, ið er tað sama sum klokkan tólv føroyska tíð, skulu Føroyar spæla ímóti Finnlandi. Finnararnir liggja til at vinna kappingina, hóast teir í fyrradagin ikki vunnu meiri enn 2?1 ímóti Albania.

Tað er greitt, at tað verður neyðugt at gera í hvussu so er tvær broytingar á føroyska liðnum. Súni Olsen, sum er besti føroyski spælarin, fór í gjár heim, tí hann í morgin skal spæla við GÍ í 1. deild ímóti B68, og Atli Gregersen er leikbannaður, tí hann hevur fingið tvey gul kort.

Niels Joensen úr B36, sum í fjør taldist millum berandi miðvallararnar á U?16 landsliðnum, hevur ikki spælt við í teimum báðu fyrstu dystunum í Finnlandi, tí hann hevur verið sjúkur. Í gjár var hann komin seg so mikið, at eingin ivi er um, at hann fer at spæla í dag.

U-18 dreingirnir koma heim aftur í morgin.