Tað er ein vegur aftur

Um vegaføringina í Leirvík o.a.

Martin Fjallstein



 Sorrig og glæde de vandre til hobe
Lykke, ulykke de gange på rad

Tað er nógvur politikkur til:
Tunnils- og vegapolitikkur
Grótpolitikkur
fíggjarpolitikkur
Umhvørvis- og nátturupolitikkur
Virðipolitikkur

Hyggja vit eftir Norðoya­tunlinum og vegaføringini báðumegin, síggja vit, at allur hesin politikkur hevur verið í brúki. Tað eydnaðist at finna eina gongda leið við tunlinum, sum verður liðugur um fáar dagar. Óført og sera gleðiligt. Ein nútímans tunnil, sum eftir øllum at døma fer at vera norðingum hentur og harvið okkum øllum.
Men vegaføringin í Klaks­vík og Leirvík hevur ikki verið løtt at greiða. Tó hava klaksvíkingar loyst hetta á sín hátt, og vegaføringin er greið. Tað er ikki lætt. Væl ber til við tunnilsmunnan, men norðureftir verður býurin Stangamegin órógvaður av øktu ferðsluni.
Verri er Leirvíkarmegin. Fyrst noyddust teir at taka meginpartin av Bólagerði til arbeiðsveg, mold- og grót­goymslu. Síðan løgdu teir ein grótveg úr tunnils­munnanum og allan vegin gjøgnum Kettuvík heim á Kráartanga. Nú bar til at flyta grót av Kráartanga inn í vánna í Klaksvík og at gera eitt stórt slættlendi út frá Kráartanga. Kettuvík av Enni og allan vegin heim við sínum tangum, sker­um og søguligu støðum hvarv. Bygdarráðið hevur eis­ini avgjørt at brúka nakað av tunnilsgrótinum til at fylla út inni á Tofta­nes­støðni. Sanniliga her er grótpolitikkur við lít báðu­megin fjørðin. Sama síggja vit út fyri ósanum í Kollafirði, á Sundi og mangar aðrar staðir. Líggjas í Bø yrkti: føroyingar eta mold. Men nú ert tað grót. Grót her og der og alle vegne.
Landsverk dugir væl at ar­beiða við gróti. Teir gera snotuligar grótlaginar. Bæði við smágróti og stór­um klettum. Hetta duga teir. Nýggi Kráartangi er eitt dømi. Sera snøgg laging. Víkin er innibyrgd við tveimum veldugum grót­molum. Fyrr var útsýni silvitni, sjóarfall og sjóarilska og stundum alfagur sólsetur. Nú er útsýni grefligir grót­garðar. Sjóarilskan er úti­hýst. Tó setir sólin enn í Djúpunum og kyrt er innan fyri garðarnar

Men álavartos
Leirvík er ikki bara Leirvík, men eitt dømi í nútíð og framtíð um, hvussu mál vera loyst politiskt og tekniskt havandi í huga øll tey sløg av politikki, sum nevnd eru omanfyri. Alt sum fer fram í Leirvík er so árent og ábart, at tað verður ein talandi, søguligur varði um hvussu mentað tjóð føroyingar vóru um 2000  2010.
Rætt skal vera rætt. Mang­­ar staðir er farið um við hygni og skynsemi í torførum lendi. Peningur kann ikki vera til uppaftur betri loysnir allar staðir. Tað kundi verið vert at gjørt eitt katalog yvir støð, vega- og havnargerð, har væl er gingið um og væl er frágingið. Tíverri ber eisini til at gera eitt annað katalog, sum vísir, at stundum er reinur kleyvarskapur og óvilji uppií, so nógv er oyðilagt, sum kundi verið betur ógjørt t.d. inni í Kollafirði.

Sorrig og glæde
Saman við mongum øðrum havi eg fegnast um at Norð­oyatunnilin verður gjørdur. Mong nýskapan man fara at standast av hesum nýggja vegi millum tær seks systrarnar eystanfyri og stórabeiggjarnar í mið­økinum, sum hava fingið so nógv til sín, sum allar hinar oyggjarnar máttu vera fyri uttan. Vónandi verð­ur skjótt talan um ann­að enn handilskjarnar. Og um Havnin er sterkari magnetur enn Klaksvík. Vónandi verður tað so, at felags mentanarlív, vinnu­lív og handilslív menn­ist í stóra kjarnanum: Klaks­vík, Leirvík, Gøta og Fugla­fjørður. Hetta er alt glæde.
Men sorrig er tað sum hendir í Leirvík. Syndarligt. Ikki bert skandala, men skanda­lissimus. Bæði tað sum hendir millum lands­­politikarar og bygdar­ráðið, tað sum hendir í bygd­ar­ráðnum og tað sum hend­ir á Víkini. Bygdin er troyttað av orðastríðið, løg­­tingssamtyktum, frá­ging­num samtyktum, iva­som­um orðum hjá lands­stýris­monnum og sjey uppskotum til vegaføring gjøgnum bygd­ina. Og so endar alt yvir á Bug. Bygdin er jarðløgd av Enni sunnanfyri og inn á Høvdan norðanfyri. So langt strekki við so nógvum søguligum støðum finnur tú ikki aðrar staðir í Føroyum. Men alt fer undir grót. Hetta er náðileyst. Her skortar poli­tikkur. Her er einans grót- og vegapolitikkur eftir. Her er eingin politikkur um virðir, náttúru, umhvørvi, vakur­leika, siðsøgu og søgu.
At leggja vegin fram við fornminnum á Toftanesi, fram við bygdarkirkjuni, eftir torginum oman fyri Tavuna og so oman og tvørtur um Bugin út á Kráartanga er sum ein keisarligur straffur til eitt bygdarfólk, sum setti seg upp móti teimum, sum ráða fyri borgum. Hetta er órímuligt, ósømiligt og er farin tíð.

Sessist við sama borð
Mytan sigur at Kallur og Konan eystanfyri bóðu gudin koma inn fyri Borð at gera sáttmála. Tey gjørdu avtalu um Viðin, Fuglin og Svíni (marsvíni), um luftina, jørðina og havi. Hiðani stava nøvnini Kalsoy, Kunoy, Borðoy, Viðoy, Svínoy og Fugloy. Men lat tað liggja.
Nú ræður um at konan í Leirvik og kallur í Havn stevna til fundar og sess­ast aftur við sama borð at gera nýggja avtalu. Bygdar­ráðsfrúan í Leirvík og Bjarni Djurholm landsstýrismaður noyðast at finna haldgóða loysn, har øll politisk sjónar­mið verða tikin við.

Venja og loysnir
Nú fer ferðslan at ganga eftir vegnum, sum longu er tøkur gjøgnum Leirvík. Ferandi fara at venjast við hesa vegføring. Fólk og myndugleikar fara at eygleiða hvussu tað riggar. Hvussu nógvur ampi stendst av hesum. Onkru fer at meta um, hvussu nógv skal til fyri at hetta eisini verður framtíðarvegføringin. Gyrð­ingar, snyrlar og annað kann gerast, so ferðin ikki verður so nógv. Vegurin er har og Bólagerði er farið. Ja, hví ikki nýta hendan vegin, spyr onkur. So er málið loyst. Verður beinanvegin gjørt nakað álvarsamt við hesa vegføring, venja fólk seg við tað.
Hvør loysnin er hin rætta, dugi eg ikki at siga. Tunnil niðan fyri neystini er ein loysn. Tunnil í erva er ein onnur loysn. Men eg loyvi mær at vísa á tað, sum eftir mínum tykki er skeivt at gera. Tað er nevnt omanfyri. Bygdin og bygdarráðið skula saman við landsmyndugleikum finna haldgóðaloysn.

Marina og torg
Ein greinarøð um Víkina, Bugin og neystini er í Dimma­lætting í aprílmánað. Í henni verður greitt frá staðar­nøvnum, søgu og sið­søgu fram við víkini av Kráartanga og inn á Toftanes. Hetta er søga.
Tá ið eg komi til bygdar, síggi eg fyri mær at stóra slættlendi oman fyri Tav­una verður gjørt til eitt vakurt torg. Tavan verjir væl niðanfyri og veggurin kundi verið fríðkaður. Sama inn móti Pakkhús-inum. Tí kann eingin landsvegur leggjast hendan vegin.
Neystini eru til lítið prýði longur. Bátur verður næstan ikki drigin. Men neyst skula vera og bátar er eitt must. Eftir at hava fylt út á Bugin og alla víkina í eini 75 ár, er tíðin komin til at taka okkurt uppaftur. Nú er so kyrt at ymist kann ruddast burtur, sum fyrr var neyðugt. Endamálið skal vera at snøgga, fríðka og gera eina fitta báta-, lystbáta- og kajakkhavn, ella vág. Gera eina vá/marina við atløguplássum, vegføring framvið og snøgg­um neystum á landi. Fólk kunna leasa/leiga/keypa sær neyst. Fyrr átt fólk ikki neystagrund, men bert neystið. Onkur av hesum nýggju neystum kundu hýst øðrum endamáli.
Men skal hetta vera fram­tíðarmusikkur, ber ikki til at leggja ein landsveg tvørtur um Bugin. Antin má hann liggja fram við landi ella far undir heilt herniðri. Tað ræður um at gera okkurt, sum fríðkar og mildnar teir tungu grótmolarnar. Innan fyri teir er nú ein vág, har børn og ung kunna rógva við smábátum og kajakkum, seta segl á jollur o.a. Tað verður spennandi at síggja, hvør politikkur verður lagdur á Buginum. Møguleikarnir eru mangir. Summir destruktivir, aðrir konstruktivir.

Til lukku og góða eydnu
Lat meg ikki troytta tykkum. Tað er einki forgjørt í at seta nøkur sjónarmið fram og tað havi eg gjørt. So er tað ikki ógjørt. Ein og hvør annar kann gera tað sama. Nú er bert eftir at ynska norðingum og øllum ferandi til lukku við nýggja tunlinum. Gævi hann verður øllum til frama.