Tær nógvu sjómanskappingarnar á Føroya Sjómannadegi verða seinnapartin leygardagin, 20. august og vara til nakað út á kvøldið. Millum hesar kappingar er eitt nú kapping í trolbøting, sum verður leygardagin komandi klokkan 15.45.
Dómari øll árini í trolbøting hevur verið fryntligi - og sum hann sjálvur sigur tað - trolidioturin, Sámal Olsen, sum býr á Kambsdali. Hann er royndur í leikum, og í eini 30 ár sigldi hann við trolara, harav flestu árini við trolarum, ið fiskaðu botnfisk.
Seinastu tvey árini av sjólívinum - árini 1999 og 2000 - var hann við Jupiter, har hann so eisini gjørdi sær royndir í uppsjóvartroli. Í dag hevur Sámal ábyrgdina av uppsjóvartrolunum hjá P/F Vónini í Fuglafirði, har hann er formaður og skipar arbeiðið.
- Tað var soleiðis, at umboð fyri fyrireikararnar ringdu til okkara og spurdu, um vit vildu taka okkum av eini kapping í trolbøting, og tað gjørdist eg, sum kom at hanga upp á hetta, sum hann tekur til.
Sámal Olsen sigur, at hann hevur verið við øll árini síðan byrjan, og hann minnist aftur á nógvar hugnaligar og stuttligar løtur í Klaksvík á sjómannadegnum.
- Tey fyrstu árini var tað soleiðis, at teir, sum bøttu skeivt, fingu tíð lagda aftrat, og tað vóru menn ikki altíð fegnir um. Men, her nyttaði einki at grenja. Onkur skuldi skera ígjøgnum, og henda uppgáva var latin mær í hendi.
Hann sigur, at neyðugt var at vera avgjørdur og taka støðu beint her og nú. At onkur bøtti skeivt, skuldi sjálvandi ikki geva teimum fyrimunir fram um teir, sum bøttu rætt allan vegin. Seinnu árini hevur tað verið soleiðis, at menn, sum bøta skeivt, noyðast burtur úr kappingini.
Sámal Olsen sigur, at holið í trolstykkinum verður soleiðis skorið, at tú sum bøtari byrjar við hálvum meska og endar í hálvum meska.
- Her er einki at taka feil av hjá royndum trolfólki, og tá bøtt verður er ikki talan um fleiri møguleikar. Antin bøtir tú rætt - ella bøtir tú skeivt. Tað var kanska stuttligari tey árini, tá høvi var at leggja tíð aftrat hjá teimum, sum bøttu skeivt, men eg haldi, at kappingin er rættvísari nú tann, leggur hann aftrat.