Týsdagin endar kappróðrarárið 1998. Fleiri rógvarar hava langt síðani gjørt av, at teir fara ikki undir aftur eitt so strevið tíðarskeið, sum tað er út í eitt at venja og kappast frá undan flaggdegnum og til á ólavsøku. Men tá kvøldini gerast myrk og long, og jólini standa fyri durunum, og tað bara verður minst aftur á tað hugaliga og spennandi í kappróðrinum, meðan stríðið er farið í gloymibókina, plaga nógv at hálsa um, og so eru tey aftur at síggja á sundum og firðum, tá flaggdagurin og harvið eitt nýtt róðrarár aftur er í hond.
Nógv er avgjørt
Í trimum av seks róðrum er FM kappingin avgjørd. Junkarin við dreingjamanning, 6- mannafarið Snopprikkur við monnum og Skálabáturin eru so nógv fremstir, at eingin kann røkka teimum. Ørnin við gentumanning kann í teoriini røkkast, men í veruleikanum ber tað ikki til, og tí eru sandavágsgentur eisini FM vinnarar. Men í øllum hesum róðrunum verður talan um spennandi kapping á ólavsøku. FM vinnararnir vilja seta krúnuna á verkið, og hinir bátarnir vilja vinna á ólavsøku, tá tað ikki eydnaðist hjá teimum at vinna FM.
Hóast Snopprikkur hevur vunnið FM, so hevur serliga Húsavíkingur hesar báðu seinastu ferðirnar gjørt nógv um seg í kappingini millum 6-mannafør, mannað við monnum.
Og lat okkum so sláa fast, at tað er Eysturoyingurin, sum hevur vunnið rættin at taka lut í kapprógving í Scillyoyggjunum komandi ár. Í blaðnum hósdagin skrivaðu vit hetta eisini, men har var í tí eina førinum komið at standa, at tað var vinnarin á ólavsøku, sum skuldi niður hagar. Tað passar ikki, og so eru øll vónandi greið yvir hetta.
FM spenningurin
Størsti spenningurin um FM og harvið eisini um úrslitið á ólavsøku verður, tá 6-mannaførini við gentumanning fara at rógva. Hvessingur og Jarnbardur hava báðir 28 stig, og tann av hesum báðum, sum verður fyrri á mál ólavsøkuaftan, verður FM vinnari.
Men tað er ikki víst, at annar av hesum báðum fer at vinna ólavsøkuróðurin. Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag hevur víst støðuga framgongd, og á vestanstevnu í Miðvági vóru tær fyrstar, men tað var í harðari kapping við hinar