Klokkan telur støðugt, og nú eru tað gott og væl fimm mánaðir, inntil eitt føroyskt ítróttarfólk fer undir størstu avbjóðingina, sum nakar føroyingur í ítrótti nakrantíð hevur verið í.
Tað snýr seg um Pál Joensen, sum um eina viku um fimm mánaðir fer at royna seg í 1500 metra svimjikappingini í olympisku leikunum í London.
At 21 ára gamli vágbingurin er komin so langt, er ikki komið av sær sjálvum. Tað vita vit øll. Nú er longu nakað síðani, at avrikið var so mikið sannførandi, at hann rakk kravtíðini at taka lut í innleiðandi kappingini á 1500 metrum, og nú ræður um at fyrireika seg so væl, sum tað á nakran hátt ber til, áðrenn farið verður til London.
Undir leiðslu av Jón Bjarnason hevur Pál Joensen síðani kappingarnar í Póllandi og USA nakað fyri jól vant í Vági. Talan hevur verið um tunga venjing, sum er neyðug og avgerandi fyritreyt, um úrslitið í summar skal verða so gott, sum teir báðir tykjast sannførdir um, at tað skal bera til at røkka.
-Eg havi neyvan møguleika at røkka gullkrónuni. Kinverska Sun Yang verður tað torført at gera nakað við. Men málið er at vinna heiðursmerki, hevur Pál Joensen áður sagt, og hann ger alt tað, sum tað er honum møguligt fyri at røkka so langt fram í røðini, sum tað á nakran hátt ber til.
Sær seg sum jarnbrot
Pál hevur ongantíð dult, at tað hevði líkað honum best, um tað hevði borið honum til at farið til London at umboða føðilandið, men tað ber ikki til, tí Føroyar eru ikki limir í olympiska felagsskapinum. Tí fer Pál í summar at umboða Danmark í London.
-Vón mín er, at umboðanin og avrikið hjá mær í summar kann verða jarnbrot fyri, at tað skal eydnast Føroyum at gerast limur í olympisku familjuni, og at tað harvið skal bera til hjá mær eina ferð seinni at svimja fyri Føroyar í olympisku leikunum, segði Pál Joensen nakað herfyri í samrøðu við blað um Føroyar sum ferðamannaland, ið danska Politiken gav út.
Seinasta mánaðin hevur Pál verið á venjingarlegu saman við danska landsliðnum, og venjarin, Jón Bjarnason, hevur verið saman við honum.
Í gjárkvøldið settu teir báðir saman við hinum í danska ferðalagnum seg í flogfarið í Suðurafrika, og í kvøld roknaðu teir við at koma aftur til Føroya við síðsta flogfarinum hjá Atlantsflog.
Dygst undan fráferðini úr Suðurafrika fingu vit orðið á Jón Bjarnason, sum segði seg vera ógvuliga væl nøgdan við hesa venjingarleguna:
-Vit hava fingið væl burturúr, og hetta ber við sær gott grundarlag fyri venjingunum, sum nú standa fyri framman. Talan hevur ikki verið um nakra kapping á hesum túrinum, men nógvar royndir hava verið á skránni, og tær geva okkum gott grundarlag at halda fram á, sigur Jón Bjarnason.
Eftir at teir báðir Pál og Jón nú í ein mánað hava verið saman við donsku liðfeløgunum, so verður tað nú í Vági, at næsta stigið á leiðini ímóti stóru kappingini í London í summar verður tikið.
Næsta kappingin hjá Páli verður í næsta mánað, tá ið hann fer at taka lut í Danish Open. Tað verður 22. mars.
Tað gekk skjótt í hæddunum
Seinasta mánaðin hava teir báðir, Pál og Jón, verið saman við danska landsliðnum í Spania í tvær vikur og so í Suðurafrika. Í fyrireikingunum til stóra málið í summar er tað týdningarmikið at venja í hæddunum.
Í Spania var venjingarlegan í Sierra Nevada í Suðurspania, har teir hava vant í 2300 metra hædd, og í Suðurafrika hava teir vant í Pretoria í 1800 metra hædd. Har hava teir vant uttandura, og tað hevur ikki minsta týdning, tá ið havt verður í huga, at hitastigini har suðuri á leiðini hava verið 34 hesar báðar vikurnar, sum teir hava verið har suðuri.
Jón Bjarnason vildi í gjárkvøldið ikki siga so nógv um tíðir, men á facebook skrivaði hann undan vikuskiftinum um royndirnar, sum vóru hósdagin, og tær helt hann boðaðu frá góðum:
-Pál svam 5000 metrar í tíðini 54:00.18. Tað er ein væl betri tíð, enn nakar dani nakrantíð hevur svomið henda langa teinin. Hann legði eitt sindur varliga fyri, men síðstu 3000 metrarnar svam hann 50 sekund skjótari, enn besti danin á langa teininum, Mads Glæsner, nakrantíð hevur megnað, skrivaði Jón Bjarnason. Hetta var í 1800 metra hædd, men havast skal framvegis í huga, at hetta var uttandura, og at hitastigini vóru 34!
Í samrøðu við danska svimjiheimasíðu segði Pál Joensen undan fráferðini úr Danmark, har hann vandi í nakrar dagar í 50 metra hylinum í Bellahøj svimjihøllini, áðrenn fráferðina til Spania, at hann roknaði við, at talan fór at vera um venjingarlegu, sum fór at bera við sær harða venjing, ið hevði sum mál at eyka um konditiónina.
Tað er meðan tunga venjingin hevur verið á skránni, at royndin varð gjørd hósdagin, og nú er tað takið hjá Jóni Bjarnason – ivaleyst í samstarvi við donsku landsliðsvenjararnar – at syrgja fyri, at venjingin verður skynsamt samansett, so fyritreytirnar fyri góðum úrsliti í London í summar verða so góðar, sum tað ber til.
Avrikini higartil
Danmark hevur einki heiðursmerki vunnið í olympisku leikunum á mannfólkasíðuni síðani í 1988, tá ið Benny Nielsen úr Aalborg tryggjaði teimum eina silvurkrónu.
Danir hava ávísar vónir um, at tað skal eydnast í London í summar, sum ikki er eydnast í teimum fimm olympisku kappingunum, ið hava verið síðani 1988. Vónin er ikki minst grundað á, at tað kanska fer at eydnast Páli Joensen at vinna 1500 metra kappingina.
Tað er ikki so undarligt, at tað eru góðar vónir um, at Pál skal standa seg væl í summar. Hann hevur áður so staðiliga víst, at hann er førur fyri at standa seg, tá ið mest stendur á.
Í 2008 streyk hann inn á altjóða pallin, tá ið hann í EM í serbiska høvuðsstaðnum Beograd vann trý gull heiðursmerki – í 400, 800 og 1500 metra frísvimjing fyri juniorar. Í 2010 vann Pál silvur í 1500 metra kappingini fyri seniorar í Budapest, og í juli í fjør var hann nummar fýra í HM kappingini í Kina, tá ið hann eisini setti norðurlendskt met.
Stóri maðurin í kappingini á langa teininum er Sun Yang úr Kina. Pál heldur seg ikki hava stórvegis møguleikar at gera nakað við hann, men Pál hevur longu syrgt fyri, at Føroyar eru settar á altjóða svimjiatlasið, og hóast tað ikki hoyrist so nógv til stóra arbeiðið og íløguna, sum stútt og støðugt verður gjørd í fyrireikingarnar til stóra takið í London í summar, so er tað framúr, tá ið ein føroyskur ítróttarmaður sigur – og úrslitini gera at tað er tyngd í útsøgnini – at málið hjá honum er at vinna heiðursmerki í London í summar.
Væl afturkomnir úr Suðurafrika tit báðir. Vit bíða í spenningi!