Kappróður
Tað er ikki á hvørjum ári, at 10-mannafarið hjá klaksvíkingum vinnur. Leygardagin var Klaksvíkingur fyrstur á mál, eftir at hann hevði verið í framúr endaspurti við Eysturoyingin, sum í 1998 útgávuni segði farvæl við FM kappingina – í hvussu so er í hesum umfarinum. Á jóansøku nú leygardagin verður tað nýggi báturin, sum fer at umboða stolta Kappróðrarfelagið NSÍ, tá ið 10-mannaførini fara at rógva.
Í tveimum teimum fyrstu FM róðrunum í ár vann Eysturoyingur. Klaksvíkingur var næstfremstur, og tað var ikki tað, sum teir høvdu roknað við. Tí kendist sigurin hjá teimum í Kollafirði kærkomin og søtur. Hann ber við sær, at tað aftur er kapping um FM heitið, sum tað í hvussu so er verður spenningur um, inntil tað um knappar tvær vikur hevur verið kappast í Fuglafirði.
Ormurin Langi hekk leingi væl uppií, men tá ið tað restaðu einir 500 metrar slitnaði sundur. Síðani stóð kappingin millum Eysturoying, sum fekk besta startin, og mest sum allan vegin var hálva bátslongd fremstur, og so Klaksvíking.
- Tá ið stýrimaðurin helt, at tað restaðu 300 metrar, rópti hann, og vit góvu alt í tredivu tøkum. Rokningin gekk uppá, at tá skuldu vit verið komnir á mál. Vit tóku ta hálvu bátslongdina, sum vit vóru aftanfyri Eysturoying. Trupulleikin var, at tað vísti seg, at vit vóru ikki komnir á mál. Tað restaðu fimtan tøk, greiðir Martin Venned, sum situr á toftini á stýriborð umborð á Klaksvíkingi, frá:
- Tá kendu vit okkum heilt útkoyrdar, og tað dróg saman aftur millum Eysturoying og okkum. Tíbetur eydnaðist tað okkum akkurát at verða undan Eysturoyingi, tá ið vit fóru um málið.
Tað kemur sjáldan fyri, at áskoðararnir uppliva so tætta og intensa kapprógving, sum teir gjørdu í Kollafirði, har teir báðir fremstu bátarnir lógu borð um borð og í harðari kapping gjørdu best hugsandi reklamu fyri kappróðrinum.
Klaksvíkingur luttók fyrstu ferð í 2002. Síðani tá hevði hann, undan leygardegnum í Kollafirði, vunnið fýra róðrar. Allir vórðu teir vunnir í 2006, tá ið Klaksvíkingur vann FM. Fyri trimum árum síðani var Sundalagsstevna eisini í Kollafirði. Ta ferðina vunnu klaksvíkingar, og nú teir hava vunnið tvær ferðir á rað í Kollafirði, kunnu teir ivaleyst siga, at tað er ikki so galið í Kollafirði!