Tað er ikki synd at dansa

Elis Poulsen sær ongan trupulleika í, at eitt stórt dansband navn, sum Trond Erics spælir á Fjarðafestivalinum. Mr. Dansband viðurkennir tó, at nógv er broytt innan kristiligan tónleik, síðan hann sjálvur spældi til dans í 70’árunum.

Fjarðafestivalur


Tá Elis Poulsen spældi til dans í 70 árunum, varð av nógvum hildið, at tað var synd at dansa, og hetta fekk Elis eisini at vita. Í dansinum varð drukkið, og Elis heldur, at samantvinnanin av drukki og dansi var orsøk til, at so nógv hildu dans vera synd. Men hann vísir á, at hetta er nokkso burturvið, tí tað gerst ikki synd at dansa, bara tí onkur drekkur við síðuna av tær, meðan tú dansar.

- Dansur er ikki synd, sigur Elis avgjørdur.

Hann vísir á, at fatanin millum fólk er blivin tann, at man ikki fær dansa, tá man er fullur.

- Eingin dama tímur at verða drigin eftir einum fullum manni runt á einum dansigólvi. Dansur er heimsins besti fimleikur. Tá tú dansar jive ella twist, so toyggir tú hvørja likkju, tú fært ansperri, men tað er eisini ónatúrliga deiligt. tú kanst dansa, so tú sveimar, greiður dámligi útvarpsverturin frá, tá vit hitta hann á skrivstovuni í Sortudýki. Hann heldur tí heldur ikki, at nakað forgjørt er í at hava eitt kent dansband millum nøvnini á ársins Fjarðafestivali. Hóast hann ikki væntar, at henda konsertin verður nakar vanligur dansur.


Mr. Dansband

Elis Poulsen er framum nakran annan tann føroyski Mr. Dansband. Eingin annar føroyingur hevur, sum Elis innlit í hesa tónleikagrein. Í sendingum sínum í útvarpinum hevur Elis ferð eftir ferð víst føroyingum hetta innlit, men eisini uttanfyri landoddarnir er virðingin fyri føroyska dansband serfrøðinginum greið. Sostatt varð Elis av almennu norsku útvarps- og sjónvarpsrásini NRK boðin at vera í pallborðinum, ið valdi ársins dansband lag seinast.


Vitjaðu í Føroyum

Elis hevur kent tónleikin hjá Trond Erics, síðan bólkurin vitjaði á klettunum í 1989. Elis gjørdi tá sending í útvarpinum, og varð biðin um at gera samrøðu við bólkin, tí hann skuldi spæla her. Elis var tó ikki á konsertini við teimum, hann búði á Sandi tá og fekk ikki fari á konsertina, tí hann vildi sleppa til hús hetta kvøldið. Men í hesum viðfangi hoyrdi hann tónleikin hjá Trond Erics, okkurt varð spælt rættiliga fitt í útvarpinum, ivaleyst mest lagið “Farvel Marita”.

Tað var tó ikki fyrr enn 12 ár seinni, at Elis fyrstu ferð slapp á konsert við Trond Erics. Tað var í sambandi við vitjan á norskum dansband festivali í 2001.

- Eg hevði júst fingið fløguna “Det ligger no’ rart i luften”, sum eftir mínari sannføring var besta dansbandfløgan tað árið. Hetta er ein fløgu, sum eg enn vendi aftur til ferð eftir ferð.



Góð minni úr Føroyum

Trond Erics var ein av teimum fyrstu bólkunum, ið spældu á festivalinum hetta árið.

Eftir framførsluna fekk Elis høvið at hitta bólkin. Teir vóru glaðir fyri at hitta ein føroying, tí teir høvdu nógv góð minni frá vitjanini í 1989, eitt nú bað táverandi gittarleikarin, Thomas Biller, Elis um at bera eina heilsu heim til Føroyar til eina kvinnu, ið hann hevði hitt á ferðini, og sum hann enn var líka forelskaður í.

- Við summum menniskjum følir man, at tey eru menniskjalig, at okkurt gott býr í teimum og tað ger man við Trond Erics, teir útstrála okkurt gott. Ja, hetta eru góðir menn, sigur Elis.

Men hetta eru eisini dugnaligir tónleikarar, bæði á hesi konsertini og fleiri konsertum síðan hevur Elis upplivað stak góðar framførslur frá bólkinum. Teir spæla altíð live, og hava ikki midi-fílar, eins og onkur annar ger, greiður hann frá.

- Tónleikurin hjá Trond Eric er lættar taktir, ið fella væl í oyra og tekstir um viðkomandi evnir. Man kann dansa til tónleikin, men líka væl hugna sær til hann. Dansbandtónleikur er gleðistónleikur, onkuntíð eru tekstirnir um sorg, men tað endar ofta gott, sigur Elis.

Tað, sum sambært Elis eyðkennur Trond Erics, er, at talan er um einfaldan tónleik, væl spældan og klárt sungnan við góðu røddini hjá sangaranum Lars Esbern Skogvald.


Ikki vanliga dansiskráin

Tá Trond Erics vitja í Føroyum verður tað tó ikki við vanligu dansiskránni. Fyrst og fremst verður talan um løg av fløguni Perleportet, ein fløga ið bólkurin gav út eftir áheitan frá einum kristiligum felagsskapi. Bólkurin, ið vanliga ikki hevur verið roknaður sum ein gospelbólkur tók av áheitanini, og hevur síðan hetta spælt eitt kirkjukonsertir við hesum løgum. Elis hevur prátað við teir um hesa útgávu. Teir greiddu frá, at hetta passaði væl til teirra. Teir eru allir giftir og hava børn, ið teir uppdraga eftir teimum kristnu virðunum. Á fløguni gera teir sínar egnu útgávur av gomlum kristiligum sangum. Elis væntar tó eisini, at okkurt annað av teimum meira álvarsligu løgunum hjá bólkinum verður á skránni, eitt nú yndislagið hjá Elis “Godt Voksen”, ið handlar um at gerast eldri og gleðast um tað. Elis ætlar sær so í øllum førum á festivalin í Skálabotni, fyri at uppliva allar hinar bólkarnar, men fyrst og fremst fyri at uppliva Trond Erics.