Tað eru tvey lið, sum tað ikki hevur hilnast nakað serligt hjá síðani summarsteðgin, sum seinnapartin hittast í Hólmanum á Eiði.
EB/Streymur er næstaftast, og síðani summarsteðgin hevur EB/Streymur bara vunnið eitt stig – 1-1 á Argjum.
-Vit sleppa ikki undan veruleikanum, sum støðutalvan boðar frá, og hann er, at vit eru undir strikuni. Vit arbeiða nógv og miðvíst, og vit rokna framvegis við, at tað aftur fer at eydnast hjá okkum at vinna, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen.
Gestur B. Dam er fluttur av landinum, og Sveinur Lava Olsen er liðbandsskaddur.
Tað er ivasamt, um Arnbjørn Hansen er førur fyri at spæla. Hans Pauli Samuelsen verður á EB/Streymaliðnum tað, sum er eftir av hesum árinum.
Magnus Jarnskor er tøkur aftur eftir leikbann.
Klaksvíkingar skulu reisa seg aftur eftir stóra vónbroltið, sum tað var mikukvøldið og á heimavølli at tapa 2-0 ímóti B36.
-Vit kendu okkum hava betri uppiborið, og vit hava ikki givið skarvin yvir. Nú ræður um at gloyma tað, sum er farið, og at hava fokus á avbjóðingini í dag, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen.
Deni Pavlovic er framvegis leikbannaður, og mikukvøldið bóru gulu kortini hjá Boris Dosljak og Patrik Johannesen við sær, at teir eru leikbannaðir ídag.
Í vetur komu tríggir norðmenn til Klaksvíkar og KÍ. Teir eru tó lítið at síggja á liðnum. Simen Sandmæl, sum hevur verið sera eyðsýndur, tá ið hann hevur verið við, er skaddur, og tað er Torbjørn Grytten eisini. Magnus Stamnestrø hevur spælt millum lítið og einki. Hann hevur bara verið á vøllinum í 14 minuttir. Tað var, tá ið KÍ tapti 1-0 á útivølli ímóti TB.