Tað er í lagi at háða politikarar fyri sína trúgv

Um ein persónur sigur, at karikaturteknarar skula drepast bert fyri at tekna ein mann, sum livdi fyri 1400 árum síðani, høvdu flest okkara hildið hann fyri gjøldur. Men um persónurin sigur, at hetta er partur av hansara religión, verða vit deyðakvirr...

Er tað trongskygt at háða ein politikara vegna hansara religiøsu sannføring? Takkað veri alskinum til “mentanarligt fjølbroytni” og uppfinningarsomum mannamunsgreinum, hvørs mál og mið er at gera seg inn á fullkomiligt talu- og skrivifrælsi, er hesin spurningur nú av munarligum týdningi.

Í USA hava tey mormonsk forsetavalevni, ið tala fyri kærkomna rættinum at buka konur og børn til sættis. Í Bretlandi eru opus dei-fylgisneytar í undirhúsinum, ið av øllum alvi royna at hindra uppskotum miðandi ímóti at veita samkyndum fullkomna javnstøðu. Í Føroyum hava vit fanatisk samkomufólk, ið halda seg síggja eitt menniskja í einum 7 daga gomlum fostri og soleiðis forða læknavísindaligari menning.

Og seinastu árini hava vit vassað ígjøgnum ein ‘multikulturellan’ greyt um hvussu vit eiga at virða einhvørja religiøsa sannføring, at vit hava mist førleikan at svara aftur.

 

Serliga her, í okkara glansbílætskristna landi, har vaksið fólk enn trýr uppá helviti, einglar og ósjónligar sálir, eru vitonnur vorðin ónatúrliga bangin um at spotta trúnna hjá einum øðrum persóni.

Um ein persónur sigur, at hann trýr, at ein hvalur svølgdi ein mann og ropaði hann út frískan og ferðugan fýra vikur seinni, høvdu flest okkara hildið hann fyri gjøldur. Og um ein persónur sigur, at karikaturteknarar skula drepast bert fyri at tekna ein mann, sum livdi fyri 1400 árum síðani, høvdu flest okkara eisini hildið hann fyri gjøldur. Men um persónurin sigur, at hetta er partur av hansara religión, verða vit deyðakvirr.

So títt og knapt sum eitt hugskot verður stemplað religiøst, verður tað byrgt inni við einum retoriskum ravmagnshegni, bert fá tora at fara yvirum. Til dømis fái eg ikki ilt fyri hjartanum at javnmeta eitt menningartarnað barn og eina naska sjimpansu—vísindi er í parti við mær. Heldur góðtaki eg, at ómodernað fólk bebbarædd fyri etiskum og teknisligum kollveltingum fara at spilla meg út og kalla meg líkt og ólíkt.

Men tóað Karsten Hansen umboðandi bókstavatrúgvandi Miðflokkin heldur tað vera skeivt at gera royndir við nýligum fostrum, mannalív uttan kenslur og tilvit, fer hann ikki finna seg í at verða háðaður fyri hesa djúpt ómoralsku støðutakan grundað á sunnudagsskúlatrúgv. Enntá vælvitandi, at sannføringin hindrar menniskjanum í at betra seg sjálvt við at sleppa undan óneyðugum sjúkum, fleiri mongolum ella menningartarni. Hví? Tí at Karsten heldur seg halda seg til skriftina, og tí má Hann vera í parti við Karsten.

So, beint ímóti hvat upplýsingartíðin ætlaði við hennara kravboði um fullkomiligt talu- og skrivifrælsi, góðtaka sensitivir og forkelaðir persónar 200 ár seinni, at so leingi sum tín støðutakan er grundað á eina religiøsa bók, kanst tú ikki fordømast, haldast fyri gjøldur ella háðast.

 

Nei, eg eri ikki blivin ørur í høvdinum. Eg vísi bert á, hvussu skjótt læknafrøðilig frambrot í fyrstuni fatað sum sci-fi vanskepilsi verða viðurkend sum heiðurlig og lívgevandi. Far ein túr oman í Tilhaldið, ella onkra losju, og fólk eru útgjørd við tóli, ið stýrir hjartasláttinum, sum faktisk ger hesi fólk til eina livandi blanding av kjøti og maskinu. Støðga maskinuni, og tú støðgar framhaldandi lívi. Og á somu støðum er óivað onkur omma ella abbi, ið framhaldandi spælir kort, men bert tí at “køld” vesturlendsk vísindi dugir at flyta hjartað úr einum kroppi í annan.

Hesi frambrot vóru í byrjanini fyri ógvusligum ágangi frá glansbílætskristnum av tí at tey vóru “ónatúrlig” og “ómoralsk”. So hvussu kann hesin sannleiki smyrjast upp á Mitt Romney, Ruth Kelly og Karsten Hansen? Jú, vit eiga at royna teirra religiøsu hugskot á marknaðinum fyri hugskot á presiss sama hátt sum vit royna teirra hugskot um, ja, skatting.

 

Romney, guvernørurin í Massachusetts og wannabe-forseti, er fylgdarmaður hjá Church of Jesus Christ of Latter Day Saints, mormonar í vanligari talu. Henda trúgv smeltaðist í 1830 av einum professionellum skattajekara búsitandi í norðurpartinum av New York-státinum, Joseph Smith at navni.

Smith vísti á hvussu kirkjan, líka síðani Jesusar tíð á foldum, hevur komið sær í vana við óreinsku og forfall, og at hann var maðurin førur fyri at frelsa henni. Hann syrgdi fyri The Book of Mormon, ein 500 síðurs leiðvísari, ið boðaði frá, at Jesus hevði vitjað Amerika eftir sín deyða av tí at Amerika er hin veruligi brennidepilin fyri bíbliusøgu.

Romney hevur megnað at smeltað tey mest yvirnatúrligu brotini í sínari religión til einkisigandi metaforar, men sigur tó, at mormonisma er hansara mest “dramatiski leiðvísari” í politikki.

 

Samsvarandi er Ruth Kelly, fyrrverandi bretskur ráðharri í javnstøðumálum, limur í opus dei—ein katólsk sekt grundløgd í 1928 av einum fjarskotnum løgfrøðingi og presti nevndur Jose-Maria Escriva. Hann skrivaði bókina “The Way”, ið millum annað krevur av sínum fylgisneytum at hússja sín limaskap: “Tigið, og tú fert aldri at angra tað!”

Opus dei, eins og mormonisma, er uttan eitt vet av liberalari siðvenju. Av somu grund er sektin ímóti homoseksualiteti, fyribyrging og læknavísindaligari menning sosum gransking í upprunakyknum, ið kunna fáa ristandi kroppar at hvíla og rýmandi heilar at venda aftur.

Tess átrúnaðarliga lívsáskoðan kann best lýsast sum fullkomiliga myndugleikatrúgvandi. Rætt, trúgvandi eru oftani góð og fólkalig, men tey eru góð og fólkalig fyrst og fremst aftaná at tey hava mennt listilærdar mátar at lítilsvirða læruna í teirra hallusinerandi og formodernaðu skriftstøðum.

Felags fyri Romney, Kelly og Hansen er, at øll trý eru bókstavatrúgvandi. Og felags fyri tey er, at øll trý hoyra til religiøsar eindir, hvørs tilverurættur er bókstavatrælkan. Men har hin amerikanska og bretska eru sertrúarbólkar, er brøðrasamkoman, har Hansen hoyrir til, bert trúarbólkur. Tessvegna er tað ikki vegna kravboðum úr erva, men heilt av sínum eintingum, at Karsten hevur gjørt av at gerast bókstavatrúgvandi eins og Mitt og Ruth, og sostatt kristni-fanatikari.

 

So, er tað nú veruliga trongskygt at spyrja garnarnar úr teimum við treytaleysari trúgv? Miðflokkurin hindraði sum partur av fullveldissamgonguni Tjóðveldi at fremja veruligan javnstøðupolitikk við hóttan um at slíta samgonguna, fór hesin tímiligi flokkur niðan í tingið við uppskoti um skrásett parlag.

Miðflokkurin fer eisini at hindra einhvørjari vón um komandi ílegugransking, fer hon at fevna um gransking við nýligum fostrum ella upprunakyknum. Og skuldi onkur svaklingur úr Jehova fingið innivist í hesum ómodernaða flokki, skal blóðhungrandi barnið heldur doyggja enn fáa “ónatúrliga” blóðførslu.

Í Englandi hevði Ruth Kelly ábyrgd av einari lóggávu, sum skuldi banna mismun ímóti samkyndum: at eingin, grundað á samkynju aleina, sleppur at sýta samkyndum møguleika at ættleiða. Katastrofalt bardist hon sum úlvur í skóg fyri at geva katólskum ættleiðingarstovum undantøku.

Men ímynda tær ta geylan, høvdu rasistar eisini biðið um undantøku... av tí at hjálpa foreldraleysum myrkum børnum stríðir ímóti teirra stinkandi samvitsku!

 

Kortini, tá ið sekularistar andøva ímóti at religiøsar sannføringar so skammleyst og larmandi eitra almenna rúmið, verða vit av glansbílætskristnum og multikulturellum javnmett við rasistar og sexistar. “Hvussu”, spyrja tey, “er tað, at gera mismun á einum mormoni, opus dei-fylgisneyta og fanatiskum baptisti øðrvísi enn at gera mismun á einum myrkum persóni ella konufólki?” Men har er ein avgerandi munur: tey religiøsu velja sína trúgv!

Barack Obama, til dømis, kann ikki velja sín lit frá. Maðurin kann ikki gera fyri, at hann er myrkur. Eitt annað forsetavalevni, Hilary Clinton, kann ikki velja sítt kyn frá. Kvinnan kann ikki halda uppat við at vera kvinna.

Men Mitt kann rýma frá mormonunum, Ruth frá opus dei, og Karsten Hansen frá hasum fanatiska staði í brøðrasamkomuni. Um tey velja at verða verandi, skula vit sjálvandi hava loyvi til at fordøma og háða teirra val.

“Men”, er vanliga kontrasvarið, “var John Kennedysa forsetavalstríð í 1960—tá ið hann fór í verju fyri at vera katolikkur—kanska ikki ein sigur fyri tolsemi?” Væl møguligt, men Kennedy tryggjaði eisini amerikonsku veljarafjøldini, at múrurin millum kirkju og stát er “absolute”.

 

Ávís sløg av átrúnaði eru so fýrisligani barnslig, so bókstavatrúgvandi, at tey ikki kunna góðtaka handa skilnaðin, sum Kennedy stuðlaði. Tí er tað í lagi at háða politikarar, sum trúgva uppá einglar og jólamenn; sum trúgva, at kristni skal førast inn í politikk—ístaðin fyri at vera partur av tær í honum. Vissuliga, tá ið tú kanst háða hasi, ið halda seg hava andaligt samband við trø og plantur, átti tú eisini kunnað háða religiøsar sannføringar áðrenn hesar dálka tingarbeiðið.

Eg hvørki virði ella viðurkenni Mittsa, Ruthsa ella Karstensa religiøsu sannføring. Hetta slag av trúgv, gift við eini samtykkjandi ‘multikulturalismu’, fer við átrúnaðarligum minnilutum sum vóru hesir ovursensitiv børn ikki før fyri at megna mismun og ósemju.

Peter Tatchell, heimskendur mannarættindaaktivistur, orðar seg best: “All human beings are worthy of accept, but not all ideas deserve accept.”

Í hesum 266b-, Kyoto-, eitt valdømis-døgum, har serliga vinstrasinnað tvinga hvønnannan at halda tað sama um alt, hava vit tørv á væl minni av falskari viðurkenning fyri vánaligum hugskotum og meira opið kjak, áðrenn vit multikulturalisera okkum sjálvi til at svølgja uppaftur meira av skaðandi religiøsum sannføringum.