- Tað er mín vón at farsóttin hvørvur

- Vit høvdu vónað, at tað fór at gerast møguligt at fara ein túr uttanlands, men hetta varð av ongum, sigur Maria Lützen, sum heldur nýggjár í Svínáum.

 

 

Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár? 

- Maðurin og eg halda nýggjár saman heima í Svínáum. Vit fara at hyggja í sjónvarp og eta ein góðan bita. Møguliga fara vit at vitja onkran í grannalagnum, ella onkur av grannunum kanska dettur inn á gólvið hjá okkum. 

Tað sigur Maria Lützen.

Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?

- Tað hevur ikki verið nøkur stór hending hjá okkum meira enn hjá øllum Føroya fólki - at vit fingu koronu inn í landið, og at landið varð latið aftur, eins og flestu tiltøk, sum skuldu verða, vórðu avlýst. Sjálv skuldi eg hava eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Eg væntaði ikki, at hetta fór at vera møguligt, men so eydnaðist tað kortini. Hetta var í mai, tá landið so spakuliga læt upp aftur. 

Og hvat var tað keðiligasta í 2020?

- Tað keðiligasta varð, at vit aftur fingu fleiri smittutilburðir og tískil aftur máttu halda okkum meira heima. Vit høvdu vónað, at tað fór at gerast møguligt at fara ein túr uttanlands, men hetta varð av ongum. 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021? 

- Mínar vónir til 2021 eru, at henda farsótt hvørvur, og at vit øll koma sum frægast burtur úr hesum, bæði fyri Føroyar og heimin allan. 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

- Eg haldi ikki, eg fari at geva nakað nýggjárslyfti. Havi roynt tað áður, og eg vænti ikki, eg megni at halda tað kortini, sigur Maria Lützen.