Tað er munur á skipum

Hóast nýggja Ågot er 30 ára gomul, minnir skipið mest um ein nýbygning. Bæði tá talan er um arbeiðsumstøðurnar og trivnaðin umborð, er talan um stórt framstig fyri manningina

 

Skip


Klaksvík: Manningin umborð á Ågot fær nú heilt aðrar umstøður til arbeiði og hvíld, tá teir eru úti.

Sunnukvøldið kom nýggja Ågot til Klaksvíkar, og hóast talan er um 30 ára gamalt skip, minnir tað mest um ein nýbygning, tá hugsað verður um umstøðurnar umborð á føroysku línuskipunum.

- Vit hava gjørt eitt gott keyp. Skipið er í sera góðum standi, og tað er sum at koma umborð á eitt nýtt skip, sigur Hjaltur Poulsen, sum er skipari og ein av eigarunum.

- Vit hava síðani mai mánað arbeitt við at keypa hetta skipið. Tað hevur verið nógv at fingið upp á pláss, men nú er tað hugaligt at hava fingið skipið heim, sigur hann.

Nógv fólk var og tók ímóti nýggju Ågot, tá hon kom til Klaksvíkar sunnukvøldið. Fýrverkið varð brostið, og nógv fólk vitjaðu umborð.

- Tað kom óvart á okkum, at vit skuldu fáa so góða móttøku, men tað eru vit fegnir um, og vit takka øllum, sum hava sent okkum blómum og sum annars hava tikið so væl ímóti skipinum, sigur Hjaltur.


Dirvið

Mitt í ringastu kreppuárunum, í 1993, keyptu Poulsen-brøðurnir, við Pól Eyðfinni á odda, línuskip. Hóast samfelagið var í kreppu, tordu teir at gera íløguna, og síðani hava teir drivið á fyri at fáa tað at bera til.

Pól Eyðfinn mistu teir, tá Ågot fekk ein sjógv í illveðri fyri næstan tveimum árum síðani, og tað er týðuligt, at hinir báðir brøðurnir, sum hava verið við Ågot meginapartin av tíðini, høvdu ynskt, at Pól Eyðfinn kundi havt upplivað løtuna, nú teir koma við einum nýggjari og snøggum skipi til Klaksvíkar.

Nú eru tað brøðurnir Hjaltur og Eyðstein, sum saman við einkjuni eftir Pól Eyðfinn, Simonu, eiga Ågot.

Nýggja skipið kostar 12 milliónir, men gamla Ågot er seld fyri tríggjar milliónir. Hon fer av landinum síðst í hesum mánaðinum, og tá skuldi nýggja skipið verið klárt at farið til fiskiskap. Tí kemur eingin steðgur í raksturin, og tað eru tey væl nøgd við.


Sjónvarp á hvørjum kamari

Nýggja Ågot skal brúkast bæði til línuveiði og garnaveiði. Um summarið er Ågot við gørnum, meðan teir leggja um til línu, tá komið er út á heystið.

- Umborð á hesum skipinum verða arbeiðsumstøðurnar munandi betri. Vit hava nógv betri pláss at arbeiða í á dekkinum, og vit hava eisin fingið garnaspæl, sum gera arbeiðsgongdina munandi lættari, sigur Eyðstein Poulsen.

- Vit eru vanir við, at vit ganga um alt skipið í arbeiðsklæðum, og tað er lítil munur á, nær vit hava frí, og nær vit arbeiða. Men tað verður øðrvísi her umborð. Her er uppihaldsrúmið sum ein stova heima við hús, og tí kemur eitt mark millum arbeiði og frítíð, sigur hann.

Manningarrúmini eru í góðum standi, og á hvørjum einasta rúmi er fylgissveinasjónvarp, har menninir kunnu skifta millum fleiri rásir.

- Tað verður munur á at fara til skips við hesum skipinum, tí umstøðurnar eru so nógv betri. Vit hava trivist sera væl umborð á gomlu Ågot, men tað er einki at ivast í, at umstøðurnar eru munandi betri her umborð, sigur Eyðstein Poulsen.


Manningin skal trívast

Hjaltur og Eyðstein halda, at tað er neyðugt at betra um umstøðurnar hjá manningin, skulu teir framhaldandi fáa gott fólk við.

- Nógvir av trolarunum hava sera góðar umstøður umborð, meðan gomlu línuskipini ikki hava somu møguleikar. Tí eru vit sera fegnir um at hava fingið hetta skipið, her vit kunnu bjóða monnunum góðar umstøður, bæði tá teir arbeiða, og tá teir halda frí, sigur Hjaltur Poulsen.

- Sjómenn hava ikki akkurát runnið eftir kjansi umborð á línuskipunum, men kanska kunnu vit broyta gongdina eitt sindur við at fáa betri línuskip í flotan. Tú skalt kunna bjóða góðum fólki góðar umstøður, og tað haldi eg, at vit klára umborð á nýggju Ågot, sigur Eyðstein.

Nýggja Ågot er bygd í 1970, men skipið var høvuðsumvælt við góðum fimm árum síðani, og tað er í sera góðum standi.

Nakrar smærri umvælingar skulu gerast umboð á Ågot, áðrenn skipið væntandi fer til fiskiskap fyrst í komandi mánaði.