Tað er ikki neyðugt at gera tunnil til Fámjins. Tað sigur Landsverk í nýggju samferðsluætlanini, sum nú er løgd fyri útbyggingar í samferðsluni hesi næstu árini til 2030.
Annars hevur verið tosað um tunnil til Fámjins í ein mansaldur, og í fjør fór Henrik Old frá sum landsstýrismaður í samferðslumálum, tí hann fekk ikki undirtøku fyri at gera tunnil til Fámjins nú.
Í nýggju samferðsluætlanini sigur Landsverk, at tað koyra einir 200 bilar eftir Fámjinsvegnum um dagin, og tað búgva sløk 80 fólk í Fámjin. Men fámjingingar hava ført fram, at fortreytin fyri, at bygdin ikki skal avtoftast, er at tey fáa tunnil, tí vegurin er vánaligur, og har er so veðurhart. Fámjinsvegurin er níggju kilometrar langur, hann er einbreytaður, smalur, ein partur av honum er í brattlendi, og summastaðni er útsýnið ringt.
Men ístaðin fyri at gera tunnil, mælir Landsverk til at gera ábøtur á vegin, har hann liggur hægri enn 100 metrar, og at gera fleiri víkipláss. Tað er eitt arbeiðið, sum kostar 40 – 45 milliónir og Landsverk mælir til, at tað verður gjørt í 2026 til 2029.
– Tað eru fáir dagar í árinum, har vegurin verður stongdur vegna vind ella kava, og at tað ikki er farandi eftir honum, sigur Landsverk.
Hin møguleikin er at gera tunnil, sum er 1.200 metrar langur, umframt 400 metrar av vegi í sambandi við tunnilin. Við einum tunli hesi slepst undan ringasta strekkinum á Fámjinsvegnum, og fjarstøðan millum Øravík-Fámjin styttist við 2,3 kilometrar.
Skal tunnilin bjóðast út, fer hann at kostar góðar 100, men verður tað Landsverk, sum skal gera hann, kostar hann stívliga helvtina.