Tað er kæti og gloymur í Leirvík og Gøtu. 3-1 sigurin á Argjum var staðfestingin av, at Víkingur eigur besta fótbótbóltsliðið í Føroyum.
Í góðveðrinum í kvøld liggur ítróttarøkið í Sarpugerði baðað í ljóshavi, og tað verður roknað við nógvum fólki:
-Vit bjóða øllum víkingafjepparum at vera hjartaliga væl komnar at fegnast saman við okkum. Hetta er ógvuliga stórt, at vit, eftir at hava vunnið fimm steypafinalur, nú hava tryggjað okkum fyrsta FM heitið, síðani felagið varð stovnað í 2008, sigur Víkinga formaðurin Brandur Jacobsen.
Formaðurin heldur tað hava stóran týdning, at nógv í Víkingi møta upp í kvøld:
-Har verður okkurt at fáa at leggja undir tunguna, og har vera sangur, tónleikur og ivaleyst onkrar røður eisini. Hetta er ein felags verkætlan hjá okkum øllum í Eystur kommunu, sum nú er endað so væl í ár, sum tað ber til. Umframt spælarar, venjarar, hjálparar, nevnd og stuðlar eru tað so ógvuliga nógv onnur eisini, sum hava staðið og standa saman um felagið. Tað sóu vit so væl á Argjum, har tað vóru so nógvir Víkinga áskoðarar sum sjáldan áður, sigur Brandur Jacobsen.
Hvussu var mótið hjá tær um, at tað skuldi eydnast?
-Eg havi verið so sera spentur og sovið lítið í fleiri vikur. Tað plagar at vera tætt og stór avbjóðing hjá Víkingi at spæla á Argjum, og eg visti, at tað eisini í dag fór at verða soleiðis. Eg hevði tó tað álit á spælarunum, at teir fóru at greiða uppgávuna, og tað gjørdu teir, hóast nógv stóð á. Andreas Lava Olsen skoraði í seinna hálvleiki tvey mál, men tað var ikki fyrr enn, at støðan varð 3-1, at eg kendi meg vísan í, at nú fóru vit at vinna FM, sigur Víkinga formaðurin Brandur Jacobsen, sum bjóðar til opið hús í Sarpugerði, har líkindini eru av teimum fagrastu, og har lagið er gott.