Triðja og fjórða bókin eita: Herviligi Henry og lýsnar og Herviligi Henry lumpar tannálvuna.
Tá ið Hervilig Henry fær lús, gevur hann øllum hinum lús frá sær, og hann fer als ikki líka væl við tannálvum sum onnur børn.
Í hvørjari bók eru fýra søgur um skálkabrøgdini hjá Henry.
Herviligi Henry og lýsnar er 96 bls., og Herviligi Henry lumpar tannálvuna er 105 bls.
Francesca Simon hevur skrivað, Tony Ross hevur myndprýtt og Bergur Rasmussen týddi úr enskum. Bøkurnar eru heftar og kosta 95 kr hvør.
Í bókarøðini um detektivarnar Lassa og Maiu er fimta bókin nú at fáa til keyps. Tað er Mumiugátan, sum er um eitt loyndarmál á fornminnasavninum.
Ein ræðslusligin náttarvørður sær við egnum eygum, at ein 3000 ára gomul mumia er livnað uppaftur. Man hetta bera til? Lassi og Maia noyðast at loysa gátuna og skunda sær á fornminnasavnið at kanna málið.
Martin Widmark hevur skrivað Mumiugátuna, Sámal Kristian Jacobsen hevur týtt úr svenskum.
Bókin er 87 bls. og innbundin. Hon kostar 140 kr.
Frásøgukynstrið hjá Astrid Lindgren er kent um allan heim.
Í samband við at 100 ár eru liðin, síðan henda megnarkona kom í heimin, gevur Bókadeildin í hesum døgum út bókina: Søgur úr Dundurdali.
Í bókini eru fýra søgur um hendingar í Dundurdali. Søgurnar eru sera væl egnaðar at lesa upp fyri børnum. Ilon Wikland, sum vanliga prýðir bøkur eftir Astrid Lindgren, hevur myndprýtt hvørja síðu í bókini, so tað er ein fragd hjá barninum at fylgja við, meðan sagt verður frá søgunum.
Ella Smith Clementsen hevur týtt Søgur úr Dundurdali. Bókin er 78 bls., innbundin og kostar 150 kr.