Størsta vónbrotið í fyrsta umfari var, tá ið B68 í Gundadali legði rygg til stórtap ímóti HB. 4-0 tap og aftasta plássið á støðutalvuni kennist lítið hugaligt hjá B68 og teirra viðhaldsfólkum. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at tað hevur verið nógv tosað um, at liðið er styrkt, og at tað hevur verið róð fram undir, at hetta kundi verða árið, tá ið B68 av álvara fór at vera við í kappingini.
Higartil hevur tað ikki hingið saman hjá B68. Eitt er, at tað royndist illa í venjingardystunum. Verri var tað, at stórtapið í Gundadali var upplagt, tí leikliga avrikið var so lítið sannførandi í øllum ketunum og millum keturnar og bæði í framrættaða partinum og í verjuspælinum. Tað restaði bæði vilji og tyngd, og spurningurin er nú, hvussu tað í vikuni hevur eydnast Paula Poulsen at fáa sett skikk á liðið undan oyggjauppgerðini á Svangaskarði leygardagin.
Dysturin ímóti ÌF á heimavølli í dag er tann fyrsti av trimum ímóti oyggjafeløgum. Aftaná ÍF vitjanina skal B68 spæla á útivølli ímóti Víkingi og á heimavølli ímóti NSÍ.
Liðformaðurin Jann Ingi Petersen var ikki tøkur í fyrsta umfari. Hann hevur verið plágaður av vøddaskaða, men nú hevur hann aftur vant við fullari ferð, og hann verður við í dag.
Ímóti HB var tað merkisvert, at Hákun Edmundsson í 2. hálvleiki var á B68 liðnum. Hann fylti 16 og varð harvið nóg gamalur til vaksnamannafótbólt tveir dagar undan dystinum í Havn. Hákun er sonur gamla B68 verjuspælaran Edmund Jacobsen, og hann er beiggi Jóan Símun Edmundsson, landsliðsspælaran sum hevur verið í Newcastle, og sum nú er í Noregi.
Leikliga avrikið hjá ÍF var einki at reypa av fyri viku síðani. Men tað hevði alstóran týdning, at tað eydnaðist at vinna 2-1 heimasigur á NSÍ. Úrslitið ber við sær, at fuglfirðingar fara út á Toftir við sjálvsálit, og tað verður vónað, at íblásturin verður sjónskari, enn hann var tað í fyrsta umfari.
Hjá ÍF hava Aleksander Jovevic og Bogi Løkin verið skaddir, og Høgni Madsen var heldur ikki við ímóti NSÍ. Tað er greitt, at Bogi Løkin heldur ikki verður við á Toftum. Hann er plágaður av skaða í knænum.
Dysturin er á Svangaskarði í dag klokkan 16, og Lars Múller verður dómari.