Tað er vandamikið at tamba halgidagslógina enn meiri

Vit tola ikki at larma 24 tímar um samdøgurið, heldur løgtingsmaður

Tað er ein vandamikil kós at tamba halgidagslógina enn meiri. Tað halda politikarar úr bæði Fólkaflokkinum og Miðflokkinum.

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum ætlar at broyta lógina um matstovuvirksemi fyri at gera tað einfaldari, umsitingarliga, at hava skeinkiloyvi og matstovuloyvi.

 

Men í sama viðfangi er ætlanin eisini at strika tað illa umstríddu grein fimm í halgidagslógini, har tað ikki er loyvt at dansa og spæla tónleik eftir á midnátt upp undir halgidagar.

 

Í grein fimm í halgidagslógini, stendur: »Offentlige Forlystelser maa Aftenen før en Helligdag ikke vedvare længere end til Midnat og slet ikke finde Sted Aftenen forud for Juledag, Paaskedag og Pinsedag efter KL.6«

 

Hesin parturin av lógini er kortini so mikið útholaður, at tað verður ikki hildið í nógvum førum.

 

Men bæði Jógvan á Lakjuni, framsøgumaður fyri Miðflokkin, og Karsten Hansen, sum er framsøgumaður fyri Miðflokkin, halda, at hetta er ein vandakós. Jógvan á Lakjuni harmast um, at vit gera okkum meiri og meiri inn á hvílidagin, ikki bara í náttarlívinum, men eisini í ítrótti. Hann heldur, at tað er ein øgiligur missur fyri okkara land, at halgidagslógin verður alsamt tambað og at vit fara alsamt longri burtur frá at halda hvílidagin heilagan.

 

Karsten Hansen heldur at tað sær út sum um at tað er eitt endamál, at vit skulu sleppa at larma allan sólarkringin, sjey dagar um vikuna, men hann staðfestir, at tað tola vit ikki, tí tað eru vit ikki skapt til.

 

– Vit eiga at hava dirvi til at ásanna, at vit búgva í Føroyum, og at vit hava ein siðaarv, sum vit eiga at virða, hóast tey bera seg øðrvísi at uttanlands.

 

Heldur ikki Gerhard Lognberg, sum er framsøgumaður fyri Sambandsflokkin, tekur undir við, at halgidagslógin verður broytt, tí hann heldur, at hon verður ivaleysa nógv brotin, longu sum er.

 

Elsebeth Mersedis Gunnleygsóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, er samd í, at halgidagslógin eigur ikki at verða tambað enn meiri.

 

Og tað er floksfelagi hennara, Jacob Vestergaard, samdur í. Hann heldur at tað eru nøkur grundleggjandi virði í at halda frið páskaaftan, og upp undir aðrar halgidagar, og tað eiga vit at halda fast í. So gerst ikki við um hann er ómodernaður, leggur hann afturat. Men hann heldur, at hetta snýr seg um at halda fast um okkara gamla, kristna siðaarv, og tað er óneyðugt at dansa hvørt kvøld.

 

Poul Michelsen vísir á, at í nógv ár hevur gongdin verið tann, at halgidagslógin er meiri og meiri útholað, og nú eru vit komin har til, at tað vendst neyvan aftur. Tí heldur hann, at tað er betri at fáa reinar linjur, so at løgreglan hevur ítøkiligar reglur at ganga eftir.